2010-2020: Tríggir spælarar ganga aftur

Tað hava verið nógvar broytingar á landsliðnum seinastu tíggju árini, men tríggir spælarar standa við

Ítróttarmiðlar kring heimin hava gjørt nógv burturúr at gera samanbering, nú eitt áratíggjuskeið er komið at enda, og vit fara í tvey túsund og 20 ini.

Hyggja vit at A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti, so standa tríggir spælarar við. Frá fyrsta dystinum í 2010, sum var ein venjingarlandsdystur móti Íslandi, og til EM-landsdystin móti Svøríki, so standa Gunnar Nielsen, Atli Gregersen og Jóan Símun Edmundsson við. 

Tað var 21. mars 2010, at Føroyar við Brian Kerr á odda taptu 2-0 í Kópavági móti Íslandi. Í mál stóð Gunnar Nielsen og í álopinum var ein ungur Jóan Símun Edmundsson. Í seinna hálvleiki kom Atli Gregersen á vøllin.

##med2##

##med3##

Flestu av hinum føroysku spælarunum frá túrinum í Íslandi eru antin givnir, ella spæli minni leiklutir í sínum feløgum. Spælarar sum Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Jónas Tór Næs Rógvi Poulsen, Høgni Zachariassen, Meinhardt Joensen, Einar Tróndargjógv og Bárður Olsen hava verið at sæð á vøllinum í ár.

Símun Samuelsen og Jónas Tór Næs hava alment boðað frá, at teir gevast við fótbólti, meðan tað er eitt sindur meiri óvist við eitt nú Fróða Benjaminsen og Høgna Zachariassen.

Kelda: Faroesoccer.com