Nú Gekkurin hevur 25 ár á baki, varð nógv gjørt burtur úr spælinum í kvøld, og her vóru nógvir góðir vinningar.
Tó slapp KvF undan tí heilt stóra gávugildinum, tí hvørki høvuðsvinningurin á 550.000 krónur, uttanlandsferðin ella bilurin funnu leiðina til nakran vinnara.
Tá spælt varð um høvuðsvinningin, var tað Laila Mathisen í Klaksvík sum fekk fulla plátu og soleiðis rættin at snara gekka-hjólinum.
Hon hevði Kára Rasmussen, sum fjarritara, og tað var eisini hann, sum slapp at snara og steðga hjólinum, læt hann vertin í gekka-spælinum í kvøld, Petrinu Berg á Lag, vita.
Í gula leypinum vóru tær 550.000 krónurnar, og í hinum báðum, ávikavist góða ferðin og bilurin - ella tríggir rímiliga stórir og góðir vinningar.
Men, ei heldur á 25 ára føðingardegnum var Gekkurin í tí hýri, sum skuldi til fyri, at Laila Mathisen kundi ogna sær ein av hesum vinningum.
Tó, at fjarritarin fekk hjólið at steðga nær leypunum í øllum trimum royndunum, endaði tað við, at hjólið eisini í triðju royndini steðgaði á 20.000 krónum.
Og tað gjørdi hjólið eisini, bæði í fyrstu og aðru royndini í kvøld.
Fjarritarin, Kári Rasmussen, helt tó fyri, at 20.000 krónur er eisini gott, og hann takkaði vegna vinnaran - Lailu Mathisen - fyri vinningin.
##med2##
##med3##