2.000 limir skulu hava nýggjan sáttmála

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum fer í morgin undur samráðingar við Fíggjarmálaráðið.

Størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Starvsmannafelagið, fer í morgin undur samráðingar við Fíggjarmálaráðið. Samráðingar verða tiknar upp aftaná, at sáttmálin hjá teirra umleið 2.000 starvsfólkum fór úr gildi á midnátt 30. september.


Fakfelagið boðar í tíðindaskrivi frá, at samráðingarnar byrja í morgin, 2. oktober kl. 9.30. Á tí fundinum skal Starvsmannafelagið samráðast við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum um sáttmálan fyri tey, sum starvast hjá landinum. Krøvini til nýggja sáttmálan vórðu handað í juni.


Nýggi sáttmálin kemur fyri trý-ára sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, sum kom í gildi 1. oktober 2012. Tann sáttmálin er í gildi meðan samráðst verður um nýggjan sáttmála.


Fyribils eru fýra fundardagar settir av til samráðingarnar.