200 boðaði fyrr í ár frá, at bólkurin í ár ætlar sær at spæla konsertir í øllum norðurlondum, higartil hevur luttøka á By:Larm í Noregi og ein konsert á Loppen í Christinia verið tvey fet rættan veg mótvegis málinum. Eftir komandi vikuskiftið kann enn eitt land, Svøríki skrivast á listan yvir lond, ið eisini umfatar Føroyar eftir konsertir á Planet Awards, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og skrálagdari framførslu á AME-Føroyar.
Progressivur festivalur
200 luttekur fríggjakvøldið á festivalinum Umeå Open, ið verður hildin í Umeå í Svøríki. Festivalurin eru serliga kendur fyri at bjóða nýggjari og lovandi tónleikanøvn fram. Hetta ger eisini, at áhugi er fyri festivalinum millum teir meira progressivu miðlarnar og fólk innan ídnaðin, ið leita eftir nýggjum nøvnum. Eitt av kendastu nøvnunum á festivalinum í ár er svenska Ane Bruun, ið føroyingar m.a. kenna frá duettini við Teit, Rubber & Soul. Ane Bruun er júst komin aftur úr Texas, har hon og Teitur hava spælt saman á South by Southwest ídnaðarmessuni.
Larmur í Stocholm
Mikael Blak úr 200 greiðir frá, at tað var Umeå Open festivalurin, ið heitti á 200 um at luttaka. Men í sambandi við, at bólkurin nú er í Svørki, hevur bookingagenturin hjá 200 í Svøríki skipað fyri, at 200 eisini spælir eina konsert konsert í Stockholm leygarkvøldið. Eisini henda framførsla er partur av einum festivali. Her er tó talan um ein minni festival. Tað er rúmið Lava í Mentanarhúsinum í Stockholm, sum í døgunum 30. mars til 22. apríl er karmur um ljóðlistarfestivalin LARM, ið fevnur um tónleikaframførslur, óljóð og installatiónir av ymiskum slag. Tað tykist sera hóskandi, at júst 200 luttekur á hesum festivalinum sum umboð fyri Føroyar, tí neyvan man nakar føroyskur bólkur duga at larma so illa sum júst 200.
Vaksandi áhugi
Áhugin fyri 200 uttanlands er alsamt vaksandi. Stóra danska konsertfyriskiparafyritøkan DKB Motor hevur tikið 200 undir sínar veingir, og hetta hevur gjørt undurverkir. Luttøka á Roskilde Festivalinum og Spot Festivalinum í fjør, hevur í ár ført til luttøku á By:Larm, og væntandi verður nógv annað á skránni komandi árið. Leysasøgur hava gingið um luttøku á Roskilde Festivalinum í ár, men hetta fæst eingin í 200 at vátta. Men eftir at bólkurin í almenna festival blaðnum í fjør fekk eitt tað besta ummælið á øllum festivalinum, so er hetta als ikki óhugsandi.
Finland kann gerast ein trupulleiki
200 ætlar sær at røkka øll Norðurlond í ár, og arbeitt verður við konkretum ætlanum um konsertir í Íslandi. 200 hevur sjálvandi sambond í Grønlandi eftir luttøkuna á Nipiaa Rock Festival í býnum Aasiaat í 2005, so vónandi kunnu hesi sambond gera tað møguligt hjá teimum at koma aftur til Grønlands. Sambært Mikael Blak eru tó ongar konkretar ætlanir um Grønland komnar á skránna enn. Men 200 ætlar í næstum at fara undir at fáa okkurt í lag hesum viðvíkjandi.
Truplasta Norðurlandið at sleppa til, kann fyri 200 gerast Finland, tí sambært Mikael hevur bólkurin enn eingi sambond har. Men Mikael sigur, at so mugu teir bara arbeiða eitt sindur fyri at fáa hetta í lag.
Spæla fyri fyri fólki
Mikael vísir á, at luttøkan á hesum ymisku festivalunum hevur gjørt, at nøkur fólk hava hoyrt um bólkin, eitt nú hittu teir fólk á By:Larm, ið høvdu sæð bólkin á Roskilde Festivalinum í fjør, hesi kendu tónleikin hjá teimum, og stóðu fremst og bíðaðu, tá 200 kom á pallin. Tí ætlar 200 sær at leggja seg eftir at spæla mest møguligt kring Norðurlond, og við hesum vaksa um áhugan fyri bólkinum.
Í Damark og Íslandi hava konsertframførslurnar seinastu árini havt við sær, at 200 nú verður spælt í útvarpinum í báðum londum.










