Ein Grind funnin millum Koltur og Trøllkonufingur. Sum skilst var tað tyrlan hjá Atlantsflog, sum fann grindina.
Sýslumaðurin Finnbogi Midjord sigur, at grindin telur 200 hval og verður eftir ætlan hildin til á Leynasandi.
Sum skilst eru fyribils eingi umboð fyri Sea Shepherd at síggja nærindis grindini.