Minni enn tvey ár eftir, at risatrolarin Atlantic Navigator kom í føroyska flotan, fer skipið av aftur landinum. Tá svartkjaftatíðin er liðug í juli-august í ár, gevst Atlantic Navigator í Føroyum. Hetta boðaði partafelagið Næraberg frá í einum tíðindaskrivi í morgum og sigur samstundis, at øll starvsfólkini umborð á skipinum tí eru uppsøgd frá 1. august.
- Tað er keðiligt at koma við uppsøgnum, men komandi mánaðirnar vilja vit meta um, hvussu felagið á besta hátt kann brúka fiskiloyvini og skapa nýt virksemi, sigur stjórin í p/f Næraberg, Hanus Hansen.
Avgerðin er tikin, eftir at leiðslan og eigararnir av p/f Nærabergi, sum eigur skipið, hava viðgjørt framtíðarvánirnar hjá skipinum og felagnum. Ein tann stórsta orsøkin til avgerðina »er tann ótryggleiki sum seinastu tíðina er komin fram í sambandi við fiskarílógirnar og treytirnar fyri projektinum í hesum sambandi« úttalar felagið.
Spurdur um, hvat tað er hann leggur í ótryggleikar og fiskarilógir, sigur Hanus Hansen:
- Tað er alt rumblið seinasta heyst um manningarlønir og streykur, sum gjørdi, at lønirnar skuldu upp. Harafturat fáa vit at vita, at lógin fyri útlendskan eigaraskap skal skerpast frá 33 prosentum og møguliga niður í 25 prosent. Ein onnur orsøk er antitrustlógin, ið varð viðtikin undan jólum, har eitt reiðarí ikki má eiga meiri enn 20 prosent av einum fiskaslagi. Hetta kann koma at raka skipið seinni. Og so at fiskiloyvini skulu inndragast eftir 10 árum, sigur Hanus Hansen.
Atlantic Navigator verður nú umbygdur til at fiska Krill fyri Aker BioMarine. Felagið útviklar og framleiðir og marknaðarførir Omega 3-baseraða framleiðslu frá krill, ið millum annað umfatar matolju.
Aker BioMarine er í ferð við at byggja upp eitt altjóða leiðandi maritimt felag, sum hevur serkunnað seg innan veitingar av hávirðisvørum við at gagnnýta mest møguligt virðisketuna frá fiskiskapi til kunda, stendur at enda í tíðindaskrivinum frá p/f Nærabergi.
Rakstur gevur avlop
At geva politisku skipanini skuldina, er tað ikki bara ein umbering fyri at taka skipið úr vinnu í Føroyum og flyta tað til Suðurpólin, tí útlendsku eigararnir hava brúk fyri tí har júst nú?
- Nei, tað er tað ikki, men tann verkætlanin er sjálvandi við til at framskunda avviklingina í Føroyum. Tú skal minnast til, at tað eru brúktar tíggjutals milljónir at fáa skipið av Suðurpólinum í síni tíð, umbyggja tað í Noregi og seta tað í vinnu í Føroyum fyri síðani at fara avstað aftur við tí. Slíkt ger eitt felag bara ikki uttan víðari, sigur Hanus Hansen.
Reiðarin á Nærabergi sigur seg vera sera harman um, at søgan um Atlantic Navigator í føroyskari vinnu endar á hendan hátt.
- Vit brúktu fimm og eitt hálvt ár upp á Næraberg, har tað gekst sera striltið at fáa tað at koyra. Síðani fingu vit Atlantic Navigator, og eftir ávísar trupulleikar riggar tað væl nú, og tí er tað sera harmiligt. Men umstøðurnar at virka undir í Føroyum eru og verða broyttar so nógv til tað verra, at útlendsku eigararnir hava mist tolið, sigur Hanus Hansen.
Reiðarin vísir á, at tað hevur ongantíð gingið betri enn nú, tí raksturin er farin at geva avlop.
J.F.K. og Norðoyagrunnurin, sum eiga 67 prosent av felagnum, og partaeigarin Aker BioMarine, sum eigur 33 prosent, vilja saman halda áfram við virkseminum í p/f Nærabergi.
Hanus Hansen sigur, at møguliga kemur eitt annað skip sum avloysari fyri Atlantic Navigator.