Haldarar hjá Televarpinum, og annars tey sum hava atgongd til SVT 2 fáa møguleikan at fylgja við, tá Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof spæla aðru meistaraskapsfinaluna í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Sävehof, ið vann 1. meistaraskapsfinaluna 28-27 spælir í dag aðru finaluna á útivølli í Ystad.
Spælt verður best av fimm dystum.
Dysturin, ið byrjar klokkan 17 verður vístur beinleiðis á SVT 2. Sendingin byrjar klokkan 16.55.
SVT 2 er millum talgildu rásirnar hjá Televarpinum.











