19 ára gamli skal mentalkannast

19 ára gamli maðurin, sum varð grundlógaravhoyrdur í dag, skuldsettur fyri neyðtøkuroynd, varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Maðurin er skuldsettur fyri sunnumorgunin at hava roynt at neyðtikið eina 17 ára gamla gentu í viðarlundini í Havn. Neyðtøkuroyndin miseydnaðist, tí gentan rópti neyðarróp, og fólk hoyrdu rópini.

Í rættinum í morgun noktaði tann 19 ára gami maðurin seg sekan.

Rætturin avgjørdi eisini, at maðurin skal mentalkannast, og tí setti maðurin seg ikki uppímóti.

Mentalkanning tekur drúgva tíð at gera, og varðhaldsfongslingin verður óivað longd nakrar ferðir teir komandi mánaðirnar.

(tilvildarlig mynd)