Nú bæði fyrsti harudagur og fyrsti leygardagur eru farnir afturum, hevur Eyðfinn Magnussen gjørt ta fyrstu samanteljingina.
- Samlaða talið av skotnum harum, sum eg havi skrásett higartil, er 1.893, og hesar eru skotnar á 119 túrum.
Tað sigur Eyðfinn Magnussen, sum skrásetir haruveiði.
Hann vísir á, at størsti harudagur higartil var leygardagin 8. november, tá 1.004 harur vórðu veiddar á 61 túrum kring um landið.
Viðheftu mynd eigur Evy T. Nielsen, sum tók myndir, eftir at nólsoyingar høvdu verið á haruveiði leygardagin.
Meira kann lesast um gongdina í haruskjótingini higartil í vertíðini á facebook-síðuni Haruskjóting í Føroyum.









