17 túsund hava keypt atgongumerki

Á styrkislistanum hjá UEFA er HB 284 pláss aftanfyri Maccabi Haifa, sum í kvøld eigur heimavøll

Í gjárkvøldið vandi HB á vøllinum í Haifa, har tað er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Mynd: HB

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl á Sammy Ofer Stadium í Haifa. Har eigur Maccabi Haifa heimavøll, og har er HB gestur.

 

Tað hevur verið roknað við, at umleið 20 túsund áskoðarar fara at møta upp. Á tekniska fundinum í morgun upplýstu umboð fyri Maccabi Haifa, at 17 túsund atgongumerki eru seld, og at tað verður roknað við, at tað verður nakað selt aftrat nú seinnapartin.

 

Eingin ivi er um, at heimaliðið er risastórur favorittur, og at HB í kvøld hevur alt at vinna. Á styrkislistanum hjá UEFA er HB nummar 355, meðan Maccabi Haifa er nummar 71.

 

Hesi styrkistølini eru grundað á, hvussu liðini hava staðið seg í europeisku kappingunum seinastu fimm árin. Av føroysku feløgunum er KÍ nummar 226, B36 nummar 227, NSÍ numar 333, Víkingur nummar 344 og HB nummar 355.

 

Í løtuni eru 32 hitastig í Haifa. Tá ið dysturin verður í kvøld fara hitastigini at vera 26 – 27. Tað heldur HB venjarin ikki vera stórur bági fyri føroyska liðið.

 

-Vit spældu í síðstu viku í so nógvum hita í Montenegro, og tað gekk væl. Tí rokna vit við, at hitin ikki verður serligur trupulleiki í kvøld, sigur HB venjarin Kevin Schindler.

 

Í gjárkvøldið vandi HB á dystarvøllinum, har tað er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Vøllurin er rættiliga innilokaður, og tað ber ivaleyst við sær, at tað fer at kennast tungt. Tí er tað avrátt, at tað undir dystinum vera steðgir, har spælararnir fara at drekka vatn.

 

Í gjárkvøldið vandi HB á vøllinum í Haifa, har tað er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Mynd: HB