Næsta hósdag fara teir teir kendu 17 sangararnir í Klaksvík til Sveis, hagar kórið er boðið at syngja tvey kvøld.
Kórið hevur verið uttanlands fleiri ferðir hesi 19 árini síðani tað varð stovnað og í hesum sambandi hava tey verið í Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Skotlandi og tey hava eisini einaferð áður verið í Sveis.
Umframt hesar vitjanir, hevur kórið sungið við mong høvi í Føroyum, og eisini kom ein fløga út seinast í 1990unum við akkurát 17 sangum
Fyri níggju árum síðani vitjaði kórið Sveits fyrstu ferð, har tey vóru boðin at undirhalda á frítíðarhotellinum Brenscino í Brissago í Suðursveits.
Í Samband við at hotellið fyllir 100 ár í ár, er kórið boðið aftur at hava tvær konsertir har.
Á konsertunum fer kórið at syngja norðurlendskarsangir, onkran týskan sang. Men á skránniverður eisini solosdangur, duett og onkur trio.
Við í ferðalagnum hjá 17 sangarum eru 17 fólk við kórleiðaranum Jógvani við Keldu og pianistinum Pætur við Keldu, sum eisini syngur við í a capella sangum.










