17 ára gamal drongur stungin til deyða í Grønlandi

Hóast viðgerð á sjúkrahúsi í Nuuk eftir at verða stungin við knívi, so doyði tann 17 ára gamli drongurin av løstinum.

 

Ein 17 ára gamal drongur er deyður eftir at vera stungin við knívi í Ilulissat í Grønlandi leygardagin, upplýsir lørgreglan í Qaasuisoq.

 

Ein 21 ára gamal maður er handtikin í málinum. Hann varð longu sunnudagin settur fyri dómara, sum avgjørdi at tann 21 ára gamli skuldi varðhaldsfongslast fyribils í 25 dagar.

 

Løgreglan í Grønlandi kannar málið sum eitt drápsmál, og rættarmedisinari er boðsendur úr Danmark at obdusera deyða drongin.

 

Løgreglan upplýsir, at drongurin doyði seinnapartin týsdagin.

 

Grønlendska blaðið sermitsiaq.ag hevur skrivað, at drongur varð stungin í høvdið.

 

Illgerðin fór fram í eini íbúð í Ilulissat, sum er í Diskovíkini í vestur Grønlandi.

 

Í fyrstu syftu varð tann løstaði fluttur til Dronning Ingrids Hospital í Nuuk. Tað er nakrar hundrað kilometrar sunnanfyri. Tað var har, at drongurin doyði seinnapartin týsdagin.

 

Løgreglan hevur enn ikki upplýst nakað um, hvat er farið fram, áðrenn drongurin varð stungin.

 

/ritzau/