16 ára gomul genta hevur røntgen-eygu

Russisk vísindafólk eru ørkymlað av, at ein 16 ára gomul genta eftir øllum at døma hevur evni til at síggja ígjøgnum mannakroppin.

Tá læknarnir á einum barnasjúkrahúsi í russiska býnum Saransk kannaðu ta 16 ára gomlu Natasju Demkina, komu teir eftir, at hon hevur eini sera ajáldsom evni. Gentan var før fyri at síggja gøgnini í einum mannakroppi uttan at nýta røntgen ella ultraljóð.

Blaðið Izvestija skrivaði í síðstu viku, at aðrir læknar, sum hava kannað gentuna, eru komnir til somu niðurstøðu.

Sjálv sigur gentan við blaðið, at hon hevur altíð havt hesi evnini, men at fólk hava havt ilt við at trúgva hanni, men nú hava læknarnir so staðfest, at tað er so. Sambært kanningunum er tað bara í dagsljósi, at gentan hevur evni til at síggja ígjøgnum mannakroppin.

Um kanningina á barnasjúkrahúsinum í Saransk skrivar Izvestija, at læknarnir lótu ta 16 ára gomlu gentuna hyggja at fólki við ymsum sjúkum, og í hvørjum einasta føri samsvaraðu upplýsingar hennara við tað, sum sjúklingunum bagdi.