Av tí at hon er undir endurbúgving, fær stuðul frá Almannastovuni umframt lestrarstuðul. Tilsamans er talan um 12000 krónur um mánaðin. Harafturat fær hon pápapengar hálvahvørt ár og barnaískoyti fýra ferðir um árið. Tilsamans gevur hetta henni eina inntøku upp á 14.000 krónur um mánaðin.
Men hon betalir 5000 krónur í leigu og slakar 1000 krónur í SEV. Hitin er tíbetur við í leiguni. Harafturat fara 1000 krónur í telefon og internet, umframt útreiðslur til bøkur og annað í sambandi við skúlan.
- Eru telefon og internet neyðugar útreiðslur?
Tað heldur hon avgjørt, tí hjá lesandi eru telefon og internet neyðug arbeiðsamboð.
Harafturat má hon betala 1500 krónur um mánaðin í rentum og avdráttum fyri eitt gamalt lán, sum hon hongur upp á enn.
Harafturat kemur trygging, vegskattur, heilsutrygd, bensin til bilin og annað.
- Men er bilurin so neyðugur at hava?
Hann er alneyðugur, tí við eini tungari skúlatasku og tveimum børnum, sum skulu í barnagarð og skúla og við mínum egna skúla at passa, er tað rættiliga vónleyst við ongum bili. Men bilurin er ein níggju ára gamal Huyndai Accent, sum avgjørt ikki er nakar luksusbilur.
- Men aldurin er av álvara farin at merkja hann og tað sæst aftur verkstaðsrokningunum, tí tað er javnan okkurt galið við honum.
- Í løtuni lekur hann bremsuvesku, men eg havi ikki ráð at gera tað. Havi ístaðin ein dunk av bremsiløgi í bilinum, so tá ávaringarljósið lýsir, stoyti eg á og so eri eg aftur koyrandi, sigur Joan langaard.
Tilsamans vísir roknistykki sum oftast stórt hall. Tað havur tað avleiðing, at tá ið mánin fer at halla, fari eg mangan sjálv svong í song fyri at børnini kunnu fáa nakað at eta. Havi eg 1500 krónur eftir til mat, klæðir og annað, er tað ein rættiliga góðir mánaði.
Jólagávur byrji eg sum oftast at hugsa um longu í januar og tað er ikki hugsingur um at halda hvørki Norðoyastevnu ella Summarfestival við børnunum – uttan at onkur annar hevur tey við.
Sjálvandi hjálpa foreldrini til, men eg royni av øllum alvi at klára meg sjálva, tí tað kann ikki vera meiningin, at foreldrini skulu forsyrgja mær - eini vaksnari konu.
Men hvussu ber tað so til, at kommunan kemur til ta niðurstøðu, at tú hevur so góða inntøku, at tú ikki hevur rætt til fult frípláss?
Tað er helst tí, at kommunan roknar tað, eg fái um mánaðin, sum inntøka eftir skatt. Tað merkir, at Kommunan sigur, at í veruleikanum er mín skattskylduga inntøka næstan tvær ferðir so stór og tí havi eg ikki rætt til fult frípláss.