Freistin at stilla upp til ungdómsráðsvalið var úti fríggjadagin. Uppstillingin er nú eftirkannað og staðfestast kann, at í alt 15 valevni bjóða seg fram.
Valbæri hava ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14-22 ár. Tann yngsti, sum stillar upp, er 14 ár, og tann elsti er 22 ár. Kynsjavnvágin er eisini góð, 9 gentur og 6 dreingir. Eitt valevni býr í Nólsoy, øll hini búgva antin í Havn, á Argjum ella í Hoyvík.
Valevnini eru:
Rebbeka Eliasen, f. 1998, Hoyvík
Magnus Heinason Eysturoy, f. 1998, Tórshavn
Gunnhild Hansen, f. 1992, Hoyvík
Bogi Bech Húsgarð, f. 1999, Hoyvík
Harald Joensen, f. 1993, Argir
Hilbert R. Johannesen, f. 1998, Tórshavn
Ásvør Lognberg, f. 1996, Argir
Marianna W. Nagata, f. 1999, Hoyvík
Eyðun Poulsen, f. 1996, Argir
Drós Ragnarsdóttir, f. 1999, Tórshavn
Lydia Sólheim, f. 1998, Hoyvík
Oda Kjartansdóttir Strøm, f. 1991, Tórshavn
Bjørg A. Toftegaard, f. 1997, Nólsoy
Hanna Vang, f. 1995, Tórshavn
Tór Marni Weihe, f. 1994, Tórshavn
Allir veljarar til ungdómsráðsvalið fáa ein av komandi døgunum bræv frá kommununi, har greitt verður frá valinum. Valið fer fram um internetið, og veljast kann í tíðarskeiðnum 24.-28. mars 2014.
Ymiskt verður gjørt burtur úr valinum. Eitt nú hava øll valevnini valsíðu á netsíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Har kunnu tey bera fram síni sjónarmið, greiða frá, hví tey bjóða seg fram og annars vísa á, hvørjum tey ætla at arbeiða fyri, verða tey vald í Tórshavnar ungdómsráð.
Eisini fara valevnini at skifta orð um vallyfti og ætlanir á Facebook.