- Hetta merkir, at vit verða noydd at siga fleiri fólkum upp!
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim á Tvøroyri verður hart rakt av sparingum í ár
Tað staðfestir Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Eftir fíggjarlógini, sum samgongan hevur lagt fyri Løgtingið, skal Suðuroyar Ellis og Røktarheim spara 2,7 milliónir í rakstrinum í ár.
Ronnie Midjord sigur, at tey hava ikki nógvar møguleikar at spara, uttan at skerja starvsfólkakostnaðin.
- Avleiðingin av hesum verður, at nú mugu vit at spara eini níggju ársverk burtur.
Men av tí, at rættiliga nógv fólk arbeiða niðursetta tíð, verður kanska talan um eini 14-15 fólk, sum skulu sigast upp.
Stjórin minnir á, at í fjør máttu tey eisini siga átta fulltíðar størvum upp og stendur hetta uppleggið hjá samgonguni við í ár, hava tey sostatt mist 16-18 ársverk á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi í tvey ár.
Tilsamans er talan um eini 30 fólk, sum hava mist arbeiðið av tí so nógv arbeiða niðursetta tíð.
Hava mist fýra milliónir
Ronnie Midjord sigur, at stendur spariætlanin í ár við, hava vit mist meiri enn ein fjórðing av játtanini upp á trý ár og tað má sigast at vera ein ómetaliga stórur niðurskurður.
- Í 2010 hevði Suðuroyar Ellis- og Røktarheim eina játtan upp á 14,5 milliónir, men stendur ætlaða sparingn í ár við, verður játtanin í ár ikki meiri enn 10,5 milliónir.
Sostatt er skerjingin fýra milliónir upp á trý ár.
Landsmyndugleikin førir fram, at orsøkin til sparingina er, at færri búfólk skulu verða á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Vit hava havt átta tvíkømur, men Rósa Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, helt ikki, at tað hoyrir nútíðini til, at tvey fólk, sum annars onki hava við hvørt annað at gera, skulu búgva saman á ellisárum.
Tí skuldu tvíkømrini gerast til einmanskømur.
Tað hava verið 30 búpláss á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, men av tí at tey átta tvíkømrini verða gjørd um til einmanskømur, verða tað átta búfólk færri.
Sostatt skulu tað framyvir bera 22 fólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.
Politiski myndugleikin sigur, at hetta er orsøkin til, at játtanin til heimið minkar.
Sjálvur er Ronnie Midjord av eini heilt aðrari fatan og hann heldur, at veruliga orsøkin er ein onnur.
- Orsøkin til, at vit skulu ígjøgnum hesar ógvusligu sparingarnar, at at annars fekk Nærverkið ikki ráð til at lata nýggja ellis- og røktarheimið, Hamragarð, í Vági, upp.
Anna Djurhuus, leiðari á ellis og røktarheiminum á Tvøroyri, er samd í hesi meting.
Hon fegnast um heimið í Vági, tí tað er sanniliga brúk fyri tí. Men hon harmast um, at hetta skuldi raka eldrarøktina á Tvøroyri so meint.
Hon sigur, at støðan er tann, at peningur er drenaður frá ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, suður í Hamragarð og hon heldur, at tað er ein skev gongd at skerja talið á búplássum.
Hon sigur, at tað var ikki hetta, sum lá í kortunum.
Tá ið farið varð undir Hamragarð, var tað tí at talið á búplássum skuldi økjast munandi og talið á arbeiðsplássum skuldi økjast munandi. Men tað er fyri ein stóran part farið í vaskið, tí tann batin, sum er hendur í Vági, hevur Almannamálaráðið spart aftur á Tvøroyri, heldur hon
Ikki rætti mátin
Játtanin verður roknað soleiðis út, at heimið fær eina ávísa upphædd fyri hvørt búfólk.
Játtanin er einar 1300 krónur fyri hvørt búfólk um dagin, ella 474.500 krónur um árið.
Men Ronnie Midjord heldur ikki, at hetta er rætti mátin at rokna játtanina til heimið út upp á.
Hann sigur, at fyri tað um tað verða átta búfólk færri, merkir tað ikki, at útreiðslurnar til hita, ljós, vasking og reingerð, minka samsvarandi
- Fermetratalið verður tað sama, tí kømrini minka ikki av tí, at eitt fólk flytir úr einum tvíkamari.
53 fólk á bíðilista
Tað er heilt bráðneyðugt at útvega fleiri búpláss til eldri í Suðuroy.
Tað staðfestir Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi.
Hon sigur, at í løtuni hava tey 53 umsóknir frá fólki, sum hava biðið um pláss á heiminum.
Nógv tey flestu eru úr norðaru helvt í Suðuroy, men einar tvær, tríggjr umsóknir eru eisini úr syðru helvt.
- Av teimum 55 fólkunum, sum hava søkt, eru 19 fólk, sum hava heilt bráðneyðugan tørv á at sleppa á ellis- og røktarheim.
Anna Djurhuus sigur, at nógv av teimum, sum hava bráðneyðugan tørv á búplássi, eru varandi innløgd á Suðuroyar Sjúkrhúsi.
- Tey eru liðugt viðgjørd, men tey kunnu ikki vera heima og tað er onki búpláss til teirra og tí mugu tey verða verandi á sjúkrahúsinum.
Anna Djurhuus sigur, at fyribils eru smá útlit fyri, at nakar sleppur inn á Suðuroyar Ellis- og røktarheim. Av tí, at enn eru tvey tvíkømur í brúki, eru 24 búfólk á heiminum, men tað skulu ikki vera meiri enn 22 búfólk, so enn eru ikki útlit fyri, at nakar sleppur inn.
- Støðan er tann, at tørvurin er stórur, men búplássini verða færri og færri. Nú fór so Sambýlið á Tvøroyri eisini í ódnini og tað ger tørvin á búplássum enn størri, tí tey skulu eisini vera onkustaðni.
Leiðarin á Ellis- og Røktarheiminum heldur, at sum støðan er nú, er tað blóðskeivt skerja talið á bíplássum og tí heldur hon, at tvíkømrini eiga ikki at verða avtikin, fyrrenn fleiri búpláss eru útvegað.
Vit ætlaðu eisini at fáa at vita, hvussu langur bíðilistin er at sleppa á sambýli og ellis- og røktarheim í allari Suðuroy, men tað eydnaðist ikki at fáa teir upplýsingarnar frá Nærverkinum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Stúrir fyri trygdini
Eg dugi ikki at síggja, hvussu vit skulu kunna klára okkum við færri starvsfólkum, enn vit hava nú.
Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar Eillis- og Røktarheimi stúrir fyri teimum sparingum, sum ætlanin er at seta í verk á heiminum og sum greitt er frá í aðrari grein her á síðuni.
- Vit hava longu mist eini átta ársverk og í løtuni dugi illa at síggja, hvussu vit kunnu hava eitt vælvirkandi heim við færri starvsfólki enn vit hava nú.
Men sum tað sær nú, missur heimið eini átta, níggju ársverk afturat og so dugur hon ikki at ímynda sær, hvussu tey skulu fáa gerandisdagin og vaktarætlanirnar at hanga saman við færri fólkum.
- Vit hava eisini minnisveik fólk á heiminum og sum vit mugu ansa serliga væl eftir, tí tey kunnu finna upp á rýma.
- Verða starvsfólkini enn færri, stúri eg sostatt fyri trygdini hjá summum av búfólkunum, sigur Anna Djurhuus.
Fáa ikki svar
Á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi hava tey roynt ymsar møguleikar fyri at bøta um eldraøkið og samstundis sleppa undan teimum stóru skerjingum, eru settar í verk og sum verða settar í verk.
Men higartil hevur tað verið til fánýtis.
- Suðuroyggin hevur onki serstakt tilboð hevur til minnisveik, staðfestir Ronnie Midjord, sjóri á ellis- og røktarheiminum.
Tí hava tey søkt um at fáa eina deild á ellis- og røktarheiminum til minnisveik.
- Tað eru eini tvey ár síðani vit søktu, men vit hava ikki fingið svar enn, sigur stjórin.
Tey hava eisini søkt um at fáa játtan til at skipa dagtilboð til pensjónistar, so at teir kunnu verða á ellis-og røktarheiminum um dagin fyri síðani at fara heim aftur um kvøldið.
- Heldur ikki ta umsóknina, hava vit fingið svar upp á, sigur Ronnie Midjord.
Hann sigur, at høvdu hesar umsóknirnar verðið gingnar á møti, hevði tað verið eitt stórt framstig fyri eldraøkið í Suðuroy, samstundis sum um at tað hevði forða fyri, at fleiri fólk missa starvið.
Annars er Ronnie Midjord ikki samdur í, at tað er treytaleyst rætt at avtaka øll tvíkømrini og tað er Anna Djurhuus, leiðari á Ellis- og Røkarheiminum, heldur ikki.
Tey staðfesta bæði, at tað eru eldri fólk, sum helst ikki vilja hava einmanskamar, tí tey føkla seg tryggari, tá ið onkur annar er ikki um náttina.
Støðan er fløkt
Støðan við eldraøkinum í Suðuroy er eitt sindur fløkt í løtuni.
Tað ásannar Jastrid Nielsen, leiðari á nýggja ellis- og røktarheiminum, Hamragarði í Vági.
Tað búgva 18 fólk á Hamragarði í løtuni og harafturat er eitt fólk til umlætting.
Annars er pláss fyri 24 fólkum, men nú eru so eisini fimm fólk av sambýlinum á Tvøroyri, sum fór í luftina í ódnini, flutt suður á Hamragarð og starvsfólkið, sum var um tey, eru flutt við.
Har var ætlanin, at tey skulu vera til 1. februar, tá ið ein onnur loysn skal vera funnin, men enn er ongin avgerð tikin um, hvussu verður við teimum framyvir.
Annars var ætlanin at fylla heimið í Vági í ár og tey søktu eisini eftir starvsfólki.
Men tá ið fólkini komu suður av Tvøroyri, máttu umsøkjararnir fáa at vita, at nú má alt bíða, til greiða er fingin á framtíðini hjá teimum, sum komu suður av Tvøroyri.
Jastrid Nielsen heldur eisini, at tað elvir til óneyðuga tíðarspill og pengaspill, at Suðuroyggin er tvey, sosial øki.
Eitt dømi um tað, er døgverðatænastan, sum pensjónistarnir fáa.
Kommunurnar í Sumba, Fámjin, Hvalba og Tvøroyri eru í einum øki fyri seg og Vágur, Porkeri og Hov eru í einum øki fyri seg.
Bæði økini hava eina tænastu, har tey koyra døgverðar heim til pensjónistar.
Men av tí, at Sumba er saman við Tvøroyri, koyrir bilur hvønn dag av Tvøroyri, ígjøgnum Vág, heilt suður til bygdirnar í Sumbiar kommunu við nøkrum fáum døgverðum.
Jastrid Nielsen heldur ikki, at hetta er at gagnnýta skattaborgarans pengar skynsamiliga, hóast hetta kanska ikki er tær heilt stóru upphæddirnar.