Ein jarnbreytarstøð í Ukraina er í dag eftir øllum at døma rakt av russiskum missilálopi. Minst 15 fólk skulu vera deyð og 50 særd.
Upplýsingarnir koma frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
– Eg eri júst kunnaðu um eitt russiskt missilálop ímóti eini jarnbreytarstøð í Dnipropetrovsk-økinum. Minst 15 eru deyð, og umleið 50 særd, sigur forsetin á fundi í ST trygdarráðnum.
Álopið, sum hann leggur russar undir at hava framt, er á ukrainska tjóðardegnum 24. august. Tað er eisini hálvársdagurin fyri russisku innrásina í Ukraina.
Dnipropetrovosk-økið er í mið Ukraina.
Eitt sindur sunnanfyri er kjarnorkuverkið Zaporizjzja eins og havnarbýnum Mariupol og Mykolajiv, sum liggur út móti Svartahavinum.
/ritzau/Reuters