13 færri vóru smittað í gjár

Í gjár vóru 39 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

1968 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 387 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.