13 føroyskar orðabøkur í einari app

Ummæli: Nú sluppu føroysku orðabøkurnar í app, áðrenn appin slapp í orðabøkurnar

Tað var eitt ómetaliga stórt framstig, tá ið allar tær føroysku orðabøkurnar í 2011 vórðu savnaðar á heimasíðuni hjá Sprotanum, og allir skúlanæmingar fingu ókeypis atgongd til hendan stóra málsliga grunnin. Talgildi heimurin broytist tó støðugt, og tíbetur steðgaðu orðabøkurnar ikki á heimasíðuni. Nú eru tær eisini tøkar sum app.
Orðabóka-appin er snøgg og arbeiðslig. Hon krevur internetsamband, men tað merkir eisini, at hon altíð er líka væl dagførd sum netorðabøkurnar, og orðini hava somu leitimøguleikar við bendingarsniði, yndislista og deiling. Men tað sær ikki út, sum tað ber til at leita eftir sama orði í fleiri orðabókum í senn. Tað er annars ein styrki við orðabókunum á heimasíðuni. Orðabøkurnar eru ymiskar og hava ikki allar eins nógv leitiorð, men við felags leitiskipan kanst tú leita í øllum orðabókunum í senn. Vónandi verður hesin møguleiki eisini mentur til appina.
Orðið “app” er gott dømi um ymiskleikan. Tað er ikki heilt rætt, at appin ikki er sloppin í orðabøkurnar. Ein av teimum 13 orðabókunum, tann týsk-føroyska hjá Kára Dávidsen, er nevniliga eitt sindur serlig. Hinar orðabøkurnar hava millum 5.000 og 60.000 leitiorð, men bókin hjá Kára hevur meira enn 120.000, og hon er eisini tann einasta, sum hevur uppdagað nýggja orðið app. Sambært týsk-føroysku orðabókini er føroyska týðingin av týska App: “app (fleiri appir)”. Og ein App-Entwickler er ein app-mennari.
Hóast appin hevur nakrar veikleikar í mun til heimasíðuna, so er hon á øðrum økjum betri. Ikki bara er hon lættari atkomilig fyri øll tey, sum nýta telefon og teldil nógv meira enn tey brúka teldu, men hon hevur eisini betri kunning um orðabøkurnar enn heimasíðan. Kunnað verður um, hvørjir ritstjórarnir á ymisku orðabókunum eru, hvussu nógv leitiorð tær hava, og um tær verða dagførdar regluliga.
Eg veit ikki, um føroyska málið fer at vinna talgildu kappingina við enskt mæltar miðlar, spøl og appir. Eg ivist. Men við nýggju orðabóka-appini hevur enksthugsandi snildungdómurin í øllum førum fingið eitt lætt amboð til at finna føroysk orð fyri sínar ensku hugsanir.
Tað er app-mennarin Faroe Media, sum hevur ment appina, og Sprotin gevur hana út. Appin er ókeypis til 1. januar 2014.