Árliga framsýningin hjá Havnar Fimleikafelag hevur verið um vikuskiftið. Seks framsýningar hava verið. Næstsíðsta sunnudag var framsýning í Vestmanna, og leygardagin, sunnudagin og í kvøld, mánakvøld, hava framsýningar verið í Høllini á Hálsi og í Fimi í Havn.
Havnar Fimleikafelag er størsta ítróttarfelag í landinum við sínum 1.200 íðkandi limum – og sum vera man hava nógvir áskoðarar verið til sýningarnar.