Tann 12 ára gamla Shevaun Pennington rýmdi leygardagin úr heimi sínum tætt við Manchester, og bretska løgreglan heldur, at hon fór til Fraklands saman við tí 31 ára gamla fyrrverandi amerikanska herflotamanninum Toby Studebaker. Tey bæði komu at kennast ígjøgnum internetið.
Løgreglan er komin eftir, at Toby Studebaker fór við flogfari úr Detroit til Manchester seinasta fríggjadag, og at hann og tann 12 ára gamla gentan síðani fóru til London og haðani við flogfari til París, hagar tey komu leygarkvøldið.
Bretska løgreglan hevur biðið fronsku løgregluna um hjálp at finna gentuna, men higartil uttan úrslit. Ein sjónvarpað áheitan frá foreldrum gentunnar hevur heldur ikki givið úrslit.
Bróður Toby Studebaker hevur sagt við eina bretska sjónvarpsstøð, at bróðurin helt gentuna vera tilkomna, tí hann hevði tosað um, at tey skuldu giftast.