12 ára gamal small um og doyði

Tað gjørdist ein óhugnaligur dagur hjá 5. C í Hjørring Private Realskole, tá ein næmingur small um og seinni doyði á sjúkrahúsinum.

- Hann small bara um framman fyri floksfeløgunum, sigur leiðarin á skúlanum, Klaus Lundsgaard við donsk bløð.

Eftir tí, ið skilst, var drongurin bæði sunnur og raskur. Tað var eftir tveir svimjitímar, at hann knappliga kendis eg illa og svímaði. Ein lærari gav beinanvegin dreinginum fyrsstuhjálp, og síðani varð hann koyrdur á Vendsyssel sjúkrahús, men har megnaðu tey ikki at bjarga lívinum.

Løgreglan sigur, at einki illgrunasamt er staðfest.

- Starvsfólk fáa kreppuhjálp, og vit kanna í løtuni, hvørja hjálp floksfelagarnir skulu hava, sigur Klaus Lundsgaard við TV2/Norð.