Mikukvøldið spælir HB undankappingardyst til Champions League kappingina. Mótstøðuliðið hjá HB eitur Lincoln FC og er frá Gibraltar. Hetta er fyrstuferð, at eitt lið frá Gibraltar er við í Champions League kappingini.
Mótstøðuliðið hjá HB hevur vunnið meistaraheitið í heimligu deildini 12 ár á rað.
Á grein á www.uefa.com er grein um mótstøðuliðið hjá HB. Umboð fyri Lincoln FC siga.
- Vit hava vunnið 12 meistaraheitir á rað og eru tað fyrsta liðið í Gibraltar til at leika í Champions League kappingini. Hetta merkir at vit eru tað mest viðurkenda felagið á Gibraltar. Vit hava arbeitt hart í fleiri ár og nú merkja vit løn fyri stríðið. Avbjóðingin við at møta einum liðið úr Føroyum er stór og nú fáa vit møguleikan at leika móti altjóða mótstøðu.
- Okkara áskoðarar hava uppiborið løtuna mikukvøldið, tá vit á fyrsta sinni skulu leika í Champions League undankappingini. Vit vóna at vit kunnu gera teir stoltar og at leikvøllurin verður fullsettur.
Dysturin millum Lincoln FC og HB byrjar klokkan 19:00 føroyska tíð mikukvøldið.