110 mál fáa nevndarviðgerð í næstu viku

Flestu málini verða viðgjørd í vinnunevndini, sum á trimum fundum skal viðgera 42 mál Løgtingið leggur nógv arbeiði á seg sjálvt nú í sluttspurtinum upp undir løgtingsvalið. Fundur var stóran part av leygardegnum, og næsti tingfundur er ásettur at verða seinnapartin týsdagin, tá ið tólv mál eru á skrá.

Í komandi viku eru nógvir nevndarfundir á skránni, og tað eru ikki hissini arbeiðsbyrðar, sum eru fyri framman.

Tingnevndirnar skulu sambært dagsskránni viðgera 110 mál í næstu viku. Flestu málini eigur vinnunevndin, sum á trimum fundum skal viðgera 42 mál.

Trýstið er ógvuliga stórt á fíggjarnevndini, sum umframt 28 tingmál á tveimum fundum í næstu viku eisini hevur fíggjarlógina at hugsa um.

Mánadagin verður eingin tingfundur, og tá eru fundir ásettir at vera í rættarnevndini, fíggjarnevndini og vinnunevndini.

Rættarnevndin skal viðgera átta mál mánadagin, fíggjarnevndin skal viðgera fjúrtan mál, og vinnunevndin skal viðgera fjúrtan mál.

Trivnaðarnevndin skal fyrrapartin týsdagin viðgera tólv tingmál, og vinnunevndin skal sama fyrrapart viðgera fjúrtan tingmál.

Fyrrapartin mikudagin skal mentanarnevndin viðgera tvey mál, og sama fyrrapart skal fíggjarnevndin viðgera fjúrtan mál.

Hósdagin í næstu viku skal trivnaðarnevndin viðgera trettan mál, og vinnunevndin skal viðgera fjúrtan mál.

Fyrrapartin fríggjadagin tann 7. desember verður fundur í mentanarnevndini við dagsskrá, sum fevnir um fimm løgtingsmál.