11 útlendingar í russiska vanlukkuflogfarinum

Russisku myndugleikarnir siga nú, at 11 fólk við útlendskum navni vóru í flogfarinum, sum datt niður, beint eftir at tað var farið á flog av flogvøllinum í russiska býnum Jaroslav í dag.

Samstundis hevur svenska sendistovan í Moskva boðað frá, at svenski íshockeymálverjin Stefan Liv doyði í vanlukkuni saman við sínum liðfeløgum sínum í Lokomotiv Jaroslav, sum vóru á veg til Minsk í Hvítaruslandi at spæla landskappingardyst. Russisku myndugleikarnir hava sagt, at spælarar úr Kekkia og Slovakia doyðu eisini í vanlukkuni.

45 fólk vóru í flogfarinum, og 44 teirra doyðu.