Í gjár vórðu 1082 fólk koppsett. 702 fólk fingu fyrra prikið, og 380 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 31.602 fólk fingið fyrru koppsetingina. 21.373 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 52.975 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Føroyar fáa í juli mánaði umleið 34.000 skamtar av koppingarevni, og Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, segði í gjár við In.fo, at ætlanin er at koppseta 7-8.000 fólk um vikuna næstu tíðina.











