Bjørk Herup Olsen tykist at trívast í hitanum á Rodos. Í øllum førum hevur hon sett egið met á 1500 metrar teininum, har hon í dag rann á mál við tíðini 4 minuttir og 54 sekund.
Tíðin rakk til eitt 10. pláss, góð 18 sekund aftanfyri vinnarin. Ein góð byrjan hjá unga og lovandi rennara okkara.