10% meiri inn í skatti í januar

Í 2015 var kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu 22.95%, meðan skattaprosentið í 2016 er 22,50%.

Í januar fekk Vágs kommuna smá 10% meiri inn í kommunuskatti enn í januar 2015.

 

 

Vágs kommuna fekk í januar 3.074.742 kr. inn í kommunuskatti og er hetta góðar 277.467 kr. meiri enn sama mánað í 2015, tá skattainntøkurnar vóru 2.795.275 kr. Vøksturin er 9,93%.

 

Í 2015 var kommunuskattaprosentið í Vágs kommunu 22.95%, meðan skattaprosentið í 2016 er 22,50%, so hóast skattaprosentið er lækkað, so er ein trivaligur vøkstur í kommunuskatta inntøkunum í januar 2016, samanborið við januar 2015.

 

Millum orsøkirnar til vøksturin er helst, at tað í januar hevur verið óvanliga nógv virksemi á sláturvirkinum hjá Faroe Farming í Vági, skrivar Vágs Kommuna á heimasíðu síni.