10 føroysk mál í heimatapi hjá Ydun

Liðið hjá Brynhild Pálsdóttir og Marionnu G. Eystberg tapti fjórða dystin á rað

Týskvøldið tapti føroyingaliðið, Ydun fjórða dystin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Brynhild Pálsdóttir (myndin), Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir taptu á heimavølli 22-28 fyri Gudme, ið var á odda 16-11 í steðginum.

 

Føroysku leikararnar skutu nærum helvtina av málunum hjá Ydun. Brynhild var saman við Mathilde Dige toppskjútti hjá Ydun. Tær skutu seks mál hvør. Marianna skoraði fýra mál. 

 

Ydun er næstniðast í deildini við bert trimum stigum. Tær eru fýra stig frá Søndermarken, ið er á níggjunda plássinum sum gevur eitt nýtt kappingarár í deildini við lokið kappingarár.