10 fólk sigast úr starvi hjá Sjónvarpi Føroya

Umleið fimta hvørt starvsfólk í Sjónvarpi Føroya fekk í gjár tey tungu boðini, at verða søgd úr starvi. Sjónvarpið hevur leingi verið í fíggjarligum trupulleikum, og nú tá ein millión skal sparast, hevur leiðslan gjørt av at siga umleið tíggju fólkum úr starvi

Eirikur Lindenskov


Sjónvarp Føroya skal spara eina millión krónur. Hetta førdi í gjár til, at eini 10 fólk vórðu søgd úr starvi í Sjónvarpi Føroya.

Tað hevur leingi verið kent, at sjónvarpið hevur verið í fíggjarligum trupulleikum.

Í 1998 hevði sjónvarpið eitt rakstrarhall upp á 2,4 millónir krónur, og í fjør restaðu 1,6 milliónir krónur í til lønir.


Slapp ikki at

taka rakstrarlán

Fyri at loysa henda trupulleika ætlaði sjónvarpið at taka eitt rakstrarlán, men leiðslan fekk at vita frá undirvísingar- og mentamálastýrinum, at hetta hevði sjónvarpið ikki heimild til.

Tá sjónvarpið heldur ikki fekk játtaða eina eykajáttan á løgtingsfíggjarlógini, vóru góð ráð dýr.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum fekk kortini útvegað pengarnar onkursvegna, og tískil hóraði sjónvarpið víðari.

Men nú er aftur galið, og fyri at spara eina millión, verða tí starvsfólk søgd úr starvi.


20% av starvsfólkunum søgd úr starvi

Í Sjónvarpi Føroya starvast 52 fólk, so talan er um hópuppsagnir.

Verður talan um 10 starvsfólk, so verða um 20% av starvsfólkunum í Sjónvarpi Føroya søgd úr starvi.

Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri vil ikki gera viðmerkingar til málið enn, men úr sjónvarpinum verður váttað, at tey eru í ferð við at gera broytingar í sjónvarpinum, sum tey málbera seg.

Sosialurin skilir kortini, at nøvn eru sett á uppsøgnirnar - og á middegi í gjár høvdu onkur teirra fingið tað at vita.

Sum Sosialurin skilir støðuna, verður ikki talan um at leggja niður ávíst virksemi hjá stovninum, men fólk verða søgd upp á ymsu deildunum.