Tað gekk als ikki soleiðis, sum støðutalvan kundi bent á, at tað fór at gera, tá ið 07 Vestur, sum stríðist fyri at flyta upp, seinnapartin var á vitjan hjá teimum næstbestu hjá HB, sum royna at sleppa undan hóttanini av at flyta niður.
Tað varð bara skorað eitt mál, og tí syrgdi Rói av Fløtum hjá HB fyri, tá ið ein lítil tími var farin.
HB liðið var væl mannað, nú fleiri á besta liðnum trongdu til dystarvenjing.
Millum teir ellivu fyrstu vóru Jógvan Rói Davidsen, sum inntil fyri stuttum var fastur høgri vongverji og liðformaður á besta liðnum og Andreas Maide Breimyr, sum hevur verið skaddur stóran part av hesum árinum og nú er komin fyri seg aftur. Beinanvegin eftir steðgin vað Dan í Soylu, sum hevur verið fastur maður á framrættaðum miðvallarplássi á besta liðnym, skiftur inn fyri Jógvan Róa Davidsen.
Christian R. Mouritsen, sum fyrr í ár í eitt stutt skifti var í 07 Vestur, varð skiftur inn á HB liðið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.
16 ára gamli Ari í Haraldstovu Petersen vardi málið hjá 07 Vestur, sum aftur í dag bara var mannað við lokalum spælarum burtursæð frá Solomon Kwao.
07 Vestur er á triðja plássi við 38 stigum, og HB er næstaftast við 17 stigum.