størsta partin á ævini hava virkað á Flatlondum. Mítt minsta land Men kennir ein seg lítlan á hesi ferð undir vatnskorpuni, er kanska frægast at leita upp á turt aftur. Upp aftur á klettarnar á Mítt minsta [...] Mc Calmans« við Ian McCalman á odda, spælir øll tey akustisku ljóðførini í hesum tølandi teldutíðum. Og við hesum spælihátti, ið tó ikki á nakran hátt kann sigast at ríða á tí næstan slætnaðu un-plugged-alduni [...] fyrstu ferð á plátu í 1981 við donskum teksti og tónleikarum. Sangurin er eisini at finna í Grønu, um enn hann har ber heitið Mítt lítla land, men sjálvt stigbendingar kunnu flóta viðhvørt. Á hesi somu LP
filmin og hann verður spáddur til at gerast ein av teimum filmunum sum flest fara at hyggja eftir í heyst. Av teimum stóru bløðunum eru fimm av teimum í so góðum lag eftir at hava sæð filmin, at hann fær t [...] men hann letur seg meir enn lokka av Barbara. Hann skrivar millum annað: «romantisk og bevegende underholdning på et kunstnerisk nivå som er blitt sjeldent i dagens film. Jeg ser ingen god grunn til ikke [...] praktfull film. Vidunderlig deilig er den.» Bjørn H. Larssen letur eisini væl at mátanum Nils Malmros letur hyggjaran hitta Føroyar og føroyingin: «Han tegner et fargerikt bilde av folket, formet av naturen
, hevði fýra næskar royndir, meðan Hans á Lag, ið hevði til uppgávu at ansa honum, royndi at finna stevið. Millum annað drønaði hann úr 16 metrum upp undir samankomingina, meðan Kaj Leo og allir hinir [...] Stringheim, sum teir hava keypt í Malmö FF, har hann var triðji málverji, litu á hvønn annan, kom Súni Fríði ímillum. Málverjin var fyrstur á og sendi í ryggin á HB álopsmanninum, sum síðani bara skuldi trilla [...] spældi so væl og hevði so stóran týdning, sum hann neyvan hevur havt áður. Hans Fróði Hansen í miðverjuni staðfesti, at í løtuni er hann nógv tann besti í landinum á hesum plássinum, og Allan Mørkøre var frágera
og ógvusligum tónum. Her var nakað, ið bar brá av kenslum og sum slapp út. Hóast Gustav Djupsjöbacka er spakur og lítillatin, so var tað hann, ið hevði valdið á ljóðførinum og harvið áhoyrarunum. Og Rúni [...] og sigast má, at heilt fitt av fólki var og lýddi á. Har vóru bæði bygdafelagar og oyggjafelagar komnir at hoyra Rúna. Hjá einum, ið ikki dagliga letur russiskar operufløgur ljóma í stovuni, er ikki lætt [...] Tað var næstan, sum merkti ein djúpa bassin koma upp í gjøgnum gólvið aftanvert ryggfjølina á beinkinum. Hann hugtók okkum og fekk okkum at sveima, sleppa fatsa sambandinum, hóast tað aloftast vóru teir
eftir at hann var komin til Føroya, fór hann at geva út Færøsk Kirketidende, eitt tíðarrit á rættiliga høgum støði. Í 1893 kom søguliga skaldsøga hansara, Herr Peder Arrheboe. Hann fekk í 1896 í lag, at farið [...] pietismuna. Emil Bruun letur harra Peder blíva pietist, og tað er orsøkin til, at hann fer til Føroya. Søgnin sigur frá, at harra Peder ikki altíð var sum hann átti, og Emil Bruun letur hetta í ein vissan [...] aftur, at hon gjørdi hana til prestakonu á Viðareiði. Eisini harra Jónasi vil hon løna, tó at hann einki ilt hevur gjørt, men bara elskað hana«. Hans A. Djurhuus letur lesaranum eina psykologiska frágreiðing
av. Samstundis verður latið upp fyri grannasamvinnu á hesum málsøki. Oljuleiting Løgmaður vísti á, at semjan um landgrunsmarkið ger, at havbotnurin á tí umstrídda økinum, serliga tí sonevnda hvíta økinum [...] fyrstur. Hann segði: -Sum Føroya løgmaður eri eg fegin um, at eg nú saman við danska uttanríkisráðharranum og bretska varauttanríkisráðharranum havi havt høvið at undirrita sáttmálan um marknaseting á havleiðunum [...] enn óttin fyri tí veruleika, at neyðugt er at slaka frá sínum upprunakrøvum, um semja skal fáast í lag. Á hesum politiska grundvølli hava køn samráðingarfólk ? føroysk, donsk og bretsk - við ídni, nærlagni
loysn hevur fullveldi á øllum spurningum her í verðini. Merkti mær at hann helt at fullveldi mundi fara at hjálpa uppá demokratiið og fáa hesi tingini aftur á beint. Tað er ikki eiti á gandakraft sum er í [...] stýrisskipanin var ætlað at vera eitt stig á leiðini til eina nýggja sjálvstýrisskipan. Ístaðin eru komin í eina støðu, sum á ódemokratiskan hátt skal trýstast inn á okkum. Tað er møguligt, at fólk skjótt [...] segði ósatt fyri almenninginum og løgtinginum og tá hann innanfyri tveir dagar megnaði at geva tríggjar ymsar frágreiðingar um orsøkina til at hann segði landsverkfrøðingin úr starvi so tvær av hesum eyðsæð
hevði ættarstevnu á Kambsdali, var hesin sangur, sum samstundis kann vera ein føðingardagsheilsa til Onnu Sofíu Jacobsen á 100 ára degnum, yrktur og sungin á stevnuni: Til ættina Lag: Vit hoyrdu várið [...] góð,« sigur hon á ramligum eiðismáli, sum ikki fornoktar upprunan. Anna Sofía varð fødd á Eiði tann 16. mars ár 1900. Foreldrini vóru Marin Súsanna -Marsanna- og Jógvan Joensen í Skorini á Eiði. Tey vóru [...] sjey systkin, sum hon ramsar nøvnini á, meðan hon telur á fingrunum. Og eingin fer burtur ímillum. Øll verða nevnd í raðfylgju eftir aldri. Sum onnur livdu tá Lívið á Eiði fyrst í farnu øld var sum bygdarlív
higar at seta niður, og tað bar ávøkst. Ólavur kongur fall á Stiklastøðum í orrustu undir krossmerkinum. Teir kønu meina, at hann hevði lættari vunnið ríkið aftur, um hann ikki helt so fast við kristnu [...] hesum. Hann kom við sínum deyða at fáa størri týdning fyri savningina av Noregi, enn um hann hevði livað. Tí eftir deyða hansara gingu viðhaldsmenn og mótstøðumenn saman at heiðra hann. Og hann varð gjørdur [...] Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fól
nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ. Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti [...] verður sitandi. Hann tekur inn og hyggur at reiðskapinum. Hvat tað er, sum hent er, veit hann ikki reiðiliga. Einki kenn hevur verið soleiðis, men avegndur er hann. So hann egnir aftur. Hann egnir við rækju [...] kvøld. Hann slettir út aftur og setir seg at húka, meðan hann spentur eygleiðir dorgina. Stutt haðani stendur systkinabarnið, tann størri Magnus. Men har ber heldur einki til. Hann flytir seg av og á, um