skoraði 11 mál fyri VB. Úrslitið merkir, at Kyndil er fremst í deildini við 19 stigum fyri 10 dystir, og tær fara at halda jóla- og nýggjársferiu á fyrsta plássinum. VB er næstaftast við bert tveimum stigum [...] tá sjey minuttir vóru eftir at leika var Kyndil bert á odda 30-28. Men heimaliðið fótaði sær seinastu løtuna. Turið Arge Samuelsen var við 16 málum stórskjútti hjá Kyndli. Tað lá eisini væl fyri hjá Carmen [...] hava tær bitið væl frá sær. Í morgin vera hesir dystirnir leiktir í SMS-deildini: Klokkan 15: Stjørnan-StÍF, og klokkan 16: H71-VÍF og EB-Neistin. HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum
Jólaaftan plaga vit at eta dunnu ella gás, 1. jóladag er tað lambskjøt, og 2. jóladag plaga vit at eta ræst. Hevur tú eitt jólagávuynski? - Eg havi ikki nakað ávíst jólagávuynski, men at børnini eru glað [...] halda vit jól heima á Strondum, og tað verður heilt sikkurt ordiliga gott og hugnaligt. Tað sigur Halbjørg Mørch Christiansen. Hon vísir á, at vanligt hevur verið at hildið jól hjá foreldrum og verfamilju [...] hevur alt at siga, sigur Halbjørg. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri meg, jólaboðskapurin, Jesu føðing og annars at brúka tíðina saman við familju. Jólatíðin er so sera
verforeldrunum. Tað verða verforeldrini, konan, eg sjálvur og okkara trý børn. Tað sigur Eyðun Mørkøre. - Í ár kemur pápi mín, sum eisini býr í Klaksvík, at verða saman við okkum jólaaftan. Tað er altíð sera [...] Vit fara altíð í kirkju jólaaftan at gleðast um, at Jesus varð føddur, og so er líka sum friðurin og hugnin komin til at njóta næstu dagarnar. Eyðun Mørkøre sigur, at hetta verða fyrstu jólini uttan mammuna [...] nakað ítøkiligt jólaynski, men sjálvandi er gleðin altíð størst, tá hon verður deild. Tí er tað altíð gott, um vit í størri mun kunna koma hvørjum øðrum meira við á ein góðan hátt. Hvønn týdning hava jólini
"Bara Eitt Spæl", "Tú Fert Altíð At Vera Har", "Eg Vil Hava T" og fleiri – og hóast 15 ár eru liðin, síðani bólkurin seinast spældi í Føroyum, liva sangirnir framvegis væl. Tað var staðfest, tá ið Faroe5 hevði [...] Keypmannahavn í ár. Tá mundi felagssangurin og fagnaðurin ongan enda fingið. Og nú er tíðin komin, at Faroe5 aftur fara at spæla í Føroyum. Faroe5 kom við fyrsta sanginum í 2008, og "Bara eitt spæl" var stórt [...] fór bólkurin í dvala. Sangirnir hava tó livað sítt egna lív, og nú eru tær í Faroe5 aftur til reiðar at spæla stóra festivalkonsert. Nú sum tá eru songkvinnurnar í Faroe5 Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard
í summar, fór hon at tosa um skriv á vegginum, har hon hevði gjørt vart við, at skyldskaparorð hava ir-ending í hvørfalli. At vera úti í sólini og at ferðast dámdi henni væl. Nú er hon á øðrvísi sólgyltum [...] hon heimagjørt marsipan og annað gott. Takk, góða Kristina! Tú kemur ikki at vitja hendan jólaaftan. Løgið. Vit sakna teg. Góða Kristina! Takk fyri, at okkum untist at vera partur av lívsleið tíni! Góðu Vilhelm [...] hví henni ikki untist at síggja ommubarnið, sum er føtt, eftir at omman flutti yvir í aðra tilveru. Á landssjúkrahúsinum starvaðist hon fyrst á føðideildini, har hon var við til at taka ímóti mongum lívsins
annað: Tað er gott, at børn hava áræði og halda seg framat, sjálvt um tey ongantíð hava roynt tað áður. Akkurát sum Pippi, sum segði, at hetta fór hon nokk at klára, tí hon hevði ongantíð gjørt tað áður [...] Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, er fegin um, at skapandi evnini hjá børnum eisini kunnu brúkast í hesum sambandi. Landsstýrismaðurin hevur verið á vitjan á Glyvra skúla fyri at takka Margit fyri tekningina [...] henni eina lítla gávu afturfyri. Tað var ein sera hugnalig løta, har øll forskúlabørnini sungu ein jólasang. ##med2## Landsstýrismaðurin segði nøkur orð og hevði okkurt gott at bjóða øllum børnunum. Landss
jú í størri og størri trupulleikum, tí tað skal umleggjast, og tað er einasti vegur. Tað má vera effektiv og tað má vera bíligt, annars fara skipini av landinum at landa. – Um vit ikki eru kappingarfør [...] n sum er av mjøl og lýsi úr Føroyum. Tað er álvarsamt, tí tað er ein ógvuliga stórur partur av okkara virðisskapan. Og hetta er ein øgiliga orkutung framleiðsla. Orkunýtslan at framleiða damp er líka stór [...] 2030, og tí er hetta alneyðugt. Kundarnir krevja tað, og fíggjarmarknaðurin krevur tað. Hetta er ásett bæði lóggávu við ES og Føroyar hava tikið undir við hesum. Tað hava Føroyar sagt alment, at hesum taka
bleiv liðugur og kom út at koyra. Sofus er útbúgvin elektrikari og dugir væl at arbeiða upp á bilar. Hann ger allar umvælingar sjálvur. Hann er limur í Føroya Ellisakførum og er við bilinum til flaggdagskoyring [...] ein 5,8 litra V8 við 190 hk. Hann ljóðar gott og brúkar sjálvandi nakað av bensini. Tað var meira ella minni av tilvild, at Sofus fekk fatur á hesum bilinum. Tað var Ólavur Olguson í Klaksvík, sum átti [...] Grein úr Sosialinum 13. juni 2025: Talan er um ein rættiliga stóran bil, hann er stórur í allar mátar, langur og breiður og hevur stóran motor. Bilurin er 5,45 metrar langur og beint yvir tveir metar breiður
kannar nú, hvussu tað kundi bera til, at hjólini á lastbilinum loysnaðu. Lesið eisini: Eg var heppin og eg eri skelkaður - https://www.in.fo/news-detail/bilfoerarin-eg-var-heppin-og-eg-eri-skelkadur ##med2## [...] - Eg sá bara eitt stórt dekk koma ímóti mær við øgiligari ferð, og tað er skelkandi, at slíkt yvirhøvur kann henda. Tað sigur bilførarin, sum seinnapartin í gjár var fyri einari óhugnaligari hending í [...] sum var einsamallur í bilinum, var á veg í Sandoynna. Tað var á veg niðan eftir brekkuni sandoyarmegin, at hendingin fór fram, og tað var her, at bilførarin møtti lastbilinum. Soleiðis, sum niðara myndin
Kyrrahavinum. Tað skrivar U.S. Southern Command, sum hevur ábyrgdina av amerikanska hernaðarvirkseminum í Latínamerika og Karibia, á sosiala miðlinum X. – Fregnartænastan staðfestir, at skipini sigldu [...] sigldu eftir leiðum, sum eru kendar fyri at vera nýttar til rúsevnahandil í eystara parti av Kyrrahavinum og vóru við í rúsevnahandili, skrivar U.S. Southern Command. Seinastu mánaðirnar hevur amerikanski herurin [...] Kyrrahavinum. U.S. Southern Command lýsir tey, sum doyðu í seinasta álopinum, sum "narko-yvirgangsmenn". Tað er ikki greitt, júst hvar álopið fór fram. /Ritzau/