Hóast almenni fráfaringaraldurin er avtikin, halda fleiri kommunur fast við, at starvsfólk skulu frá, tá tey fylla 70 ár. Eyðgunn Samuelsen vil nú hava Margit Stórá at svara, um komandi javnviðgerðarlógin fer at banna mismuni vegna aldur.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning um aldursmismun á arbeiðsmarknaðinum.
Hon spyr, nær uppskotið um eina javnviðgerðarlóg verður lagt fyri Løgtingið, og nær væntast kann, at lógin kemur í gildi.
Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um lógin fer at fevna um mismun vegna aldur. Aldur skal sambært henni ikki í sjálvum sær kunna verða grundarlag fyri uppsøgn, um starvsfólkið framvegis hevur neyðugu førleikarnar.
Harumframt spyr hon, hvørji grannalond hava lóggávu, sum tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Kommunur halda fast við 70 ár
Í 2025 samtykti landsstýrið, at tíðin var farin frá einum føstum fráfaringaraldri. Grundgevingin var, at fólk liva longur, hava betri heilsu, og at fleiri ynskja at halda fram á arbeiðsmarknaðinum.
Almenni fráfaringaraldurin varð hækkaður úr 67 upp í 70 ár í 2007 og síðan upp í 72 ár í 2022. Í 2025 varð hann avtikin.
Men fleiri kommunur halda framvegis fast við ein fráfaringaraldur á 70 ár.
Hetta kann hava við sær, at fólk, sum eru væl fyri, hava neyðugu førleikarnar og ynskja at halda fram í starvinum, kortini verða noydd at fara, bara tí tey hava rokkið einum ávísum aldri.
Sambært Eyðgunn Samuelsen er støðan eisini ymisk alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er. Tvey fólk við somu førleikum og sama ynski um at halda fram á arbeiðsmarknaðinum kunnu sostatt verða viðgjørd ymiskt vegna aldur.
Vil hava somu verju sum í grannalondunum
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er ein týðandi partur av verjuni av grundleggjandi rættindum.
Tað eigur at vera førleikarnir, sum gera av, um ein persónur fær eitt starv ella kann halda fram og flyta seg í starvinum – ikki aldurin.
Grannalondini hava í fleiri ár havt slíka lógarverju. Ætlanin eigur sambært løgtingskvinnuni at vera, at sama trygd skal galda á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 9. september.





