vart við, at tað er sjálvur Landsroknskapurin 2008, sum mælt verður til at góðkenna, saman við teimum atfinningum, sum eru nevndar í viðmerkingunum. Tað merkir ikki, at Løgtingið góðkennir, at meirnýtsla [...] Hann var boðsendur at greiða munnliga frá støðuni, men í fyrstu atløgu hevði hann lítlan, fyri ikki at siga ongan, hug til at flyta seg frá upprunafatan síni. Táið viðkomandi skilti, at fatan hansara kundi [...] komplikatiónir, so ringar, at nevndin í ringasta føri fór at mæla til, at fella uppskotið, tók løgmaður ta avgerð, at senda fíggjarnevndini eitt bræv hin 12. apríl 2010, har hann roynir at greiða frá síni støðu
At gera film er ikki sum at siga tað. Tað krevur avbera stórt dirvi at fara undir - ja, onkur vil helst meta tað óðamannaverk at gera film serliga í Føroyum. Millum annað tí tað er so ógvusliga dýrt. Tað [...] etablering av stemningi, umframt at ein allatíðina skal hugsa um at halda fast í innihaldsliga samanhanginum. Tað er ræðandi lætt at missa yvirlitið við so nógvum bóltum á lofti. At stýringin fer av lagi her [...] enda, men tú hevur onga trygd fyri, at aktørarnir spæla við júst á tann hátt, tú hugsaði tær frammanundan. Tað krevur dirvi at lofta teim góðu løtunum, sum koma sum manna av himli, og lata tær fáa pláss
viðurskifti sum gjørdi, at tú hoyrdi at bólkurin ikki er so rutineraður. Eitt nú høvdu teir ilt við at halda tempo´inum, og slíkt telur niður. Men teir leveraðu eina lívliga framførslu, sum var góð at lýða á [...] haldi eg, at teir skulu hava í huga, at tað sum teir spæla, ikki er serliga orginalt og nýskapandi – men feitt er tað! Deja Vu Saman við Marius vóru tey mong ið skírdu Deja Vu sum favoritt at vinna føroyska [...] fært tú sum áhoyrari eina sera greiða og týðiliga ljóðmynd frá pallinum. At teir eisini leggja seg eftir, at útseta løgini rættiliga alternativt, er eisini bara at gleðast um. Serliga haldi eg at botnurin
nóg gott tilfar at arbeiða við soleiðis at skilja, at tey góðu samtíðarverkini ikki hava verið tøk á savninum, tá hon valdi út. Uttan at vita tað fyri vist, havi eg ein varhuga av, at mong av teimum góðu [...] grafisku verkini, sum hava sæð dagsins ljós í Grafiska Verkstaði Føroya. Her í grafikkgongini hongur tekstilparturin av framsýningini, sum er so mikið pírin, at hann ikki nýttist at verið har við undantaki [...] harumframt heldur tom fyri ikki at siga tóm. Her eru rættiliga fá verk við, men verri er, at verkini ikki eru særliga umboðandi fyri samlaða verki hjá Tróndi. Um eg sigi, at framsýningin hvørki inniheldur
sindur ov nógv av tí góða at hoyra allar hesar vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic Radio, sum blivu troyttandi at lurta eftir. Eisini var tað til tíðir trupult at hoyra tey fólkini, sum samrøður vóru førdar [...] og tað var stuttligt at síggja, hvussu øll hesi fólkini skræddu í seg, so at tomat og ostur stóð teimum heilt upp til oyruni. Eisini var ein kapping um at drekka tvær øl so skjótt sum møguligt við hjálp [...] við at ropa í mikrofonina. Eydnaðist væl sum heild Eingin ivi var um, at tiltakið í Kagganum hóskvøldið eydnaðist stak væl. Hølini vóru stúgvandi full, og longu heilt tíðliga á kvøldi var tað so at siga
samstundis sum tey kundu eygleiða stóra politistaliðið, sum royndi at halda skil á øllum, sum fyrifórst. Inni á vøllinum vóru karmarnir kring dystin eisini í lagi. Langsíðan var hvíttklædd øll, sum hon var [...] Fantastiskt av Zuma Hevði onkur roknað við, at heimaliðið kanska fór at vera varnari í seinna hálvleiki, so var viðkomandi farin so púrasta skeivur í hesum. Heldur var tað nú soleiðis, at trýstið oman á gula [...] superliguni. Stórslignir karmar Sum kunnugt høvdu nógvir føroyingar leitað sær niður til dystin, men vónbrotið mundi vera stórt, tá tað frættist, at Todi Jónsson ikki fór at verða tøkur til dystin. Skaðin
sjálvir ætla sær at sleppa úr »næstan-leiklutinum«. T.v.s. at teir ætla sær upp at stríðast um heiðursmerki. Einfalt mál Fyrstu løtuna av dystinum var eisini líkt til, at NSÍ ætlaði sær at gera skjótt av [...] linjuna. Óneyðugt at siga, at talan var um eitt mál á einum av sálarligu týdningarmiklu tíðspunktunum í dystinum. Duttu ov langt aftur Í seinna umfarinum var kanska væntandi, at Petur Mohr fór at nýta steðgin [...] fingu vágamenn brádliga ein møguleika, sum teir umsettu í mál. Møguleikin hjá vágamonnum kom eftir sera einfaldari uppskrift, sum tó vísti seg at vera eins effektiv sum einføld. Staddur heilt niðri við egnan
framvegis sum mál at bera lógaruppskot um at broyta lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólki í tingið fyri jól. Embætisfólk í Tinganesi arbeiða í løtuni við at orða lógaruppskotið. Men sum áður [...] ymiskar lønarskipanir. - Nei, men tað er greitt, at talan má vera um eina rímiliga skiftisskipan, sum bæði tryggjar, at eingin dettur niðurímillum, og at heldur eingin fær tað øðiliga gott, sigur Kaj Leo [...] - Eftir at hava lisið Sosialin fríggjadagin kann væl eingin vera í iva um, at landskassin við tíðini fer at spara nógvar pengar, um vit broyta verandi lønarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum
var bara at spyrja Óla Kristian. Hinvegin var tað ikki so sjálvdan, at Óli Kristian kom niðan til okkara, tá ið hann hevði sæð at onkur trupulleiki var við ávísum kríatúri. Sjálvt um vit vistu, at árini vóru [...] Árnadalstindi. Hann lat væl at túrinum, og tað er áhugavert at hyggja at myndum frá túrinum á netinum. Honum dámdi sera væl at ferðast. Tað fór ikki árið burturímillum, uttan at hann var minst ein túr uttanlands [...] fátøk, men í sorg hjálpir at seta orð á. Óli Kristian var bóndasonur, og frá heilt ungum árum hildin til tað sum ungur nemur gamal fremur. Hann valdi ungur at fara av landinum fyri at nema sær kunnleika innan
vart við ella at eg kundi fortalt tær um tað. Sum barn minnist eg so væl hvussu eg sá teg sum eina hetju og eg elskaði allar tær løtur eg fekk saman við tær. Sum vaksin vart tú enn meira sum ein hetja fyri [...] elska at fingið tað at vita frá tær. Eg havi teg altíð við í øllum tankum og gerðum, og eg fari altíð at tosa nógv um teg, eisini fyri Kate Anniku, so hon altið kemur at minnast og kenna teg, líka sum eg [...] hugsað vit øll um teg og hvørja løtu. Hvussu megna tit tað, spyr onkur. Tað er ómøguligt at siga, tí tað megna vit ikki - vit megna ikki at liva víðari uttan teg. Og tí hava vit teg við í øllum, bæði tonkum