stendur telefonin ikki still í hesum døgum. Orsøkin er, at har hava tey sett sær fyri at fara til Filipsoyggjarnart fyri hjálpa gøtubørnum í Manilla og tað krevur fyrireiking. Tá eg tríni innar í hugnaliga [...] at tað ber til at hjálpa, um ein situr í føroyum. ? Fólk spyrja eisini, um eg ikki havi nokk við míni egnu børn. Jú, men eg havi eisini yvirskot at hugsa um onnur. Meðan onnur kanska fara til Malorca í [...] áhugavert at farið til Russlands, ella aðrastaðir, men vit flentu so eftir hugskotinum eina løtu, men meira kom ikki burturúr. Dagin eftir sigi eg so við hana, at eg meinti tað um at gera okkurt fyri børn og at
je bara koma við eini áheitan til tykum um at vera saklig í málsviðgerini um festið í Fámará. Vandin er til staðar, at Árni T. Brattaberg (sum hevur hægsta boðið) verður fyri órætti frá populistiskum politikarum [...] hann hava rætt til at yvirtaka staðið. Je skilji betur enn nakar annar, at Johan er blivin góður við Fámará. Hetta praktfulla staðið hevur eisini nógv at siga fyri nógv onnur millum annað fyri meg og alla [...] Je haldi hetta er ein spurningur um mannarættindi. Fyri mær og míni nærmastu er hetta meiri mítt heim enn bert eitt hús og eitt fjós. Johan kann fyri 500.000 kr saktans fáa eini fín hús í Víkarbyrgi ella
hoyra meira til verkini. Men á skránni til hetta kvøldið - sum kórið sjálvt kallaði eina aðalroynd til Baltikumferðina - var bara verkið hjá Kára Bæk, sum stavaði frá tí kappingini. Eitt svar til hesa undran [...] prikinum hjá Regini Dahl til fosturlandsklichéina: »Vit eru føroyingar serstøk tjóð«, og skapað hana um til tónleik. Modulasjónir og kakafoniskár ritubergseffektir fingu áhoyrarar til bæði at frøðast og flenna [...] Bjarni Restorff rós uppiborið fyri sín leiklut í øllum tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari, tónasmiður og fyri útsetingarnar vann hann sær heiður. Samanumtikið ein góð og fjølbroytt
forsvara, og tí er brúk fyri nýhugsan. Tað má Annika geva mær rætt í. Annika ger, tíðliga í greinini, tað sum hon kallar “rættingar til nøkur faktuell ting í míni grein”. Hon sigur fyri tað fyrsta, at sendingarnar [...] “eitt prát um hetta”. Nú eri eg farin í annað starv, men míni ráð til Anniku eru framvegis: Lova amatørunum framat! – Ikki til eitt prát, men til at gera sendingar! [...] amatørur kann menna seg til, um hann fær loyvi til tað. Men tá hon nevnir hetta við at fólk uttanífrá koma inn í Kringvarpið at gera sendingar, so ivist eg í, hvør verður roknað fyri at vera uttanfyri, og
kallaði eg til fund í fíggjarnevndini um málið. Har varð spurt, um fíggjarnevndin bara skuldi taka avgerðina, men tað segði eg nei til. Talan var um týðandi prinsippmál, og tí skuldi tað fyri á býráðsfundi [...] peningastovnin eru eitt dømi um, hvussu arbeiðið at betra tilboðini gekk fyri seg. LB Kiel bjóðaði at fíggja 35 milliónir av skuldini fyri cibor +0,925 umframt eitt kvart prosent afturat. Tá kommunan greiddi [...] - Eg vardi míni sjónarmið, men býráðið vildi nakað annað, og tá býráðið hevur talað, er bara at gera sum býráðið vil, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri. - Hendan loysnin sparir okkum fyri 300.000 krónur
X-aksanum, og hann vendi spakuliga aftur til lívið. Tað tók honum nakrar mánaðir at koma fyri seg aftur – men hendingin forðaði ikki fyri at hann vendi aftur til gerningin sum matrósur, táið ein tíð var [...] høgliga løtu bar til at fáa sær ein ráka upp í nevið. Heldur ikki tað forðaði fyri, at tørna varð til, tá tann tíðin var komin. Svøvnurin var ikki altíð so nógvur, sum abbi mín plagdi taka til, hann kann goymast [...] matrósur eitt kall fyri hann. Sum Magnus Dam Jacobsen tekur til um Ulf Larsen, - evnini vóru at síggja tættirnar í sjálvum sær – sjálvur at flætta sær togendar og spleisingar. Hann hevði verið til fiskiskap og
dini á Fróðskaparsetrinum til føðingardagin hjá Eyðuni Andreassen. Eyðun sjálvur visti av ongum, hvørki um føðingardagshaldið ella um bókina, sum var gjørd honum til heiðurs. Malan Marnersdóttir frá F [...] av manna munni. Tað hevur sum flestøllum kunnugt givið gott avkast". "Illa ber til at fáa eitt heiðursrit sum hetta til vegar uttan holla hjálp og tað í trúnaði. Umframt starvsfeløgum á Føroyamálsdeildini [...] Astri Luihn. Uttan hennara hjálp og ráðlegging høvdu vit ikki kunnað skipað fyri haldinum í dag. Vit takka høvundunum fyri stak gott samstarv", segði Malan m.a. í røðu síni. Eyðun helt eisini røðu, har
móti konu míni. Eg hevði fleiri síðuspring. Tað, sum eg gjørdi, kann ikki góðtakast. - Eg vil siga umskylda. Umskylda til konu mína. Til børnini hjá mær. Til foreldur míni. Til vinir mínar og til familjuna [...] familjuna hjá konu míni. Og umskylda til øll tey ungu, sum hava meg sum fyrimynd. Tað vóru millum orðini, sum Tiger Woods í dag hevði at siga, tá hann í 20 minuttir helt tíðindafund fyri amerikonsku pressuni [...] sum fólk vóru komin fyri at hoyra. Tey vildu hoyra Tiger siga umskylda, og tað var eisini tað, sum tey fingu at hoyra. Hartil segði Tiger Woods, at hann ætlar sær at venda aftur til golfítróttina. Og hann
finalu, og NSÍ eigur stóran heiður fyri dystin, sigur væl nøgdi B36 venjarin Dan Brimsvík. -Talan var um javna finalu, og tá ið talan er um brotssparkskapping, so er tað møguleiki fyri, at tað kann koppa báðar [...] Nú verður gjørt klárt til steypahandan á Tórsvølli. B36 er steypavinnari, og B36 hevur tryggjað sær pláss í Europa næsta summar og fyri tað 1,8 milliónir krónur. NSÍ endaði á fjórða plássi í landskappingini [...] báðar vegir, og í kvøld koppaði tað ikki okkum til vildar, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen. Dramatikkurin var øgiligur í brotssparkskappingini. Eina løtu var NSÍ frammanfyri, tá ið innskifti
bæði tá tað kemur til siglingarsøgu og føroyasøgu í síni heild. - Tað, sum er gott í mun til Kúrberg er, at Thorshavn er í rættiliga góðum standi. Tað krevst tí ikki nógv annað til, enn at shina hann [...] á Kúrberg, men skipið er í ógvuliga vánaligum standi, og tað skuldi eitt ótrúliga stórt arbeiði til, fyri at seta skipið í stand. Í veruleikanum ver tað bert sjálvur skrokkurin, ið kundi nýtast, sigur Jóannes [...] ferðavinnuna. - Thorshavn er sera fittligur til ferðavinnuna, tað veri seg ein túr runt Suðuroynna, ella ein túr út á Dímunarnar. Og so ber sjálvandi eisini til at gera fiskitúrar við ferðafólki, sigur Jóannes