Líkist als ikki Nepal. Vit hava einki hav í Nepal og hygg eftir Føroyum! Eg gleði meg at vitja har, sigur Mira Rai. Mira Rai hevur vunnið ein hóp av slíkum kappingum, síðani hon byrjaði at kappast í 2014 [...] til Tjørnuvíkar. Hálvmaratonleiðin gongur úr Saksun upp á Húgvuna, síðani norður á Skoradalsheyggj, suður aftur á Heyggin Mikla og so umvegis Tjørnuvíkarskarð niður í Tjørnuvík. Stysti teinurin, 13 kilometrar [...] frá eini Michelin-matstovu á vegnum. KOKS er sett sum eitt av eftirlitsstøðunum og her verður høvi hjá rennarunum at fáa okkurt at bíta í og okkurt at drekka á langa teininum, sum bíðar teimum. - Vit ivast
viðlíkahald gjørt, til skipini aftur fara á makrelveiði. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at tað vanliga er eitt deytt tíðarskeiði, tá makrelur og svartkjaftur í fyrru hálvu av [...] klárt at taka ímóti, og tá verður so farið á makrelveiði, sigur hann. Umsitingarleiðarin veit at siga, at nú seinasta hond verður løgd á virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og nógv fólk er til arbeiðis [...] eisini eigur, lagdur suður á Drelnes sum eitt slag av hotelskipi. - Tað er trupult at fáa innivist fyri øllum arbeiðsfólkinum, og tí hava vit fyribils lagt Høgaklett á Drelnesi, sigur Tórheðin Jensen.
spenningur er knýttur at nýggju norsku sendirøðini hjá NRK, Lovleg, sum skal royna at lyfta arvin eftir sjónvarpssensasjónini Skam. Nú hevur NRK kunngjørt, at fyrsti parturin av Lovleg verður sunnudagin 19. august [...] seg um nøkur ung, sum øll nýliga eru flutt til Sandane fyri at ganga á studentaskúla har. iTromsø sigur, at NRK setti sær sjálvum spurningin: Hvat er tað ringasta, sum kann henda, um tú mást flyta til eitt
Teistin verður klárar at seta í sigling aftur um Skopunarfjørð í morgin ári. Tað sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Tað var seinnapartin í gjár, at Teistin bar við Land í Skopunar [...] og arbeiðið at umvæla skaðan, er byrjað. Samferðslusamskiparin sigur, at arbeiðið verður liðugt í kvøld, og so fer Teistin beina leið suður yvir aftur. Sostatt kann hann sigla eftir galdandi ferðaætlan [...] siglingina um Skopunarfjørð, og Jósup varð settur at sigla um Nólsoyarfjørð. Men tað kom illa við hjá nólsoyingum, tí Ovastevna er í Nólsoy og nógv fólk er væntandi um fjørðin. Tískil fingu nólsoyingar
vera vaksin, og eg haldi, at sangirnir hjá mær verða betur av tí, sigur Gunnar Holm-Lintermann við Sosialin. Nýggja listarnavnið hjá honum er Saint Kodiak. Fyrsti sangurin eitur »Fade to White« og finst [...] Tað var ein stór løta hjá tí 21 ára gamla Gunnari Mikkelsen úr Vestbjerg í Norðurjútlandi, tá ið hann eitt vetrarkvøld í desember 2003 var kosin vinnari av sangkappingini »Stjerne for en aften«, sum Danmarks [...] gittaran upp á loftið. Eg hevði heilt einfalt fingið nóg mikið og hevði brúk fyri at hugsa meg um, sigur Gunnar Holm-Lintermann, sum hann nú eitur, við Sosialin. Umráðingartíðin gjørdist sera drúgv – tað
bundin sum málmansvenjari í fleiri av ungdómsliðunum hjá NSÍ. - Eg fari at taka mær av málmansvenjingini í U13, U15 og U17 deildini hjá NSÍ, sigur Andras Gango. 34 ára gamli Andras Gango kom til Føroyar [...] Andras Gango, sum higartil í ár hevur verið eykamálverji hjá NSÍ, verður framyvir ikki longur partur av hópinum hjá NSÍ. Tað boðaði hann liðfeløgunum frá í gjár. Sostatt fara tað at vera Tórður Thomsen [...] plássið millum stengurnar hjá NSÍ í seinnu hálvu. Andras Gango er annar málverjin, sum NSÍ missir hetta kappingarárið. Fyrr í ár gjørdist greitt at Símun Rógvi Hansen – fyrrverandi fyrsti málverjin - mátti sita
metingin, áðrenn eg taki støðu til meira, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Boðað varð frá grind yviri við Strond í dag, og hon hevði flutt seg við nógvari ferð suður eftir. Hon varð funnin aftur við Glyvursnes [...] einar 50 hval hevur nú lagt beinini í Sandágerð í Havn. Drápið gekk væl, og tað gekk skjótt fyri seg. Fyrsti hvalurin varð dripin klokkan 14:36, og klokkan 14:41 var liðugt. Drápið tók tí ikki meir enn 5 minuttir
sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1961 [...] undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum, sigur Havnar Svimjifelag. Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Við ól [...] melda seg til svimjingina á ólavsøku fram til í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til
uppruna av Tvøroyri, og sum í nógv ár hevur verið varðveitt á Tjóðskjalasavninum í Havn, er nú flutt suður á Tvøroyrar Skjalasavn, har tað framyvir skal varðveitast. Talan er um hesi søvn: ‘A/S J. Mortensen´s [...] tilsamans umleið 50 hillametrar. – Tað eru fleiri fyrimunir við hesum, men serliga ein er eyðsýndur, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. – Nú verða hesi skjalasøvn varðveitt á Tvøroyri [...] Tvøroyri, har tey hava sín uppruna. Sostatt kunnu vit vænta, at skjølini nú verða lættari at granska í hjá fólki á Tvøroyri, sum eru tey, sum hava størstan áhuga í júst hesum skjølum. Við einum skjalasavni
túsund áskoðarar til dystin. Av teimum verða seks áskoðarar hjá B36, sigur Jákup á Borg brosandi at enda. Tey eru millum annað foreldrini hjá spælarunum Bjarna Petersen og tvíburunum, Hugin og Gilla Samuelsen [...] venjingarvøll, har vit hava havt góðar venjingar, sigur Jákup á Borg. Tað er synd at siga, at tað er fótbóltsfebur í Montenegro í samband við dystin. Jákup á Borg sigur, at tað næstan ikki merkist, at dysturin [...] áskoðari hevur sagt okkurt um dystin, men tann fyrsti beinleiðis áhugin er tíðindafundurin, sum verður um eina løtu. Eg væntaði ikki, at hann bleiv til nakað, sigur Jákup á Borg í telefonini á veg á tíðindarfund