Andras Gango, sum higartil í ár hevur verið eykamálverji hjá NSÍ, verður framyvir ikki longur partur av hópinum hjá NSÍ. Tað boðaði hann liðfeløgunum frá í gjár. Sostatt fara tað at vera Tórður Thomsen og Eli Joensen sum fara at kappast um plássið millum stengurnar hjá NSÍ í seinnu hálvu.
Andras Gango er annar málverjin, sum NSÍ missir hetta kappingarárið. Fyrr í ár gjørdist greitt at Símun Rógvi Hansen – fyrrverandi fyrsti málverjin - mátti sita alt kappingarárið uttanfyri við skaða, eftir at tað gjørdist greitt at hann sleit krossbandið.
Men Andras Gango verður tó bundin at NSÍ framyvir. Ungverski málverjin var fyri góðum mánað síðani í Danmark og tók M2 málmansvenjaraskeið, og hann fer at vera bundin sum málmansvenjari í fleiri av ungdómsliðunum hjá NSÍ.
- Eg fari at taka mær av málmansvenjingini í U13, U15 og U17 deildini hjá NSÍ, sigur Andras Gango.
34 ára gamli Andras Gango kom til Føroyar á fyrsta sinni í 2006, tá ÍF heintaði ungverska málverjan. Síðani hevur Andras Gango eisini spælt við feløgum sum NSÍ, KÍ, 07 Vestur og Skála, umframt ein einkultan europeiskan dyst fyri EB/Streym.
Andras Gango er triði persónurin, sum gevst í NSÍ í summar. Síðst í juni gavst Karl Løkin í felagnum. Í farnu viku gavst málmansvenjarin, Rúni Klein Joensen, í felagnum, og nú gevst so eykamálverjin, Andras Gango eisini.