U18: Taptu fyri Sveis

U18-landsliðið tapti seinasta dystin í bólkaspælinum fyri Sveis

Føroyar - Sveis 29-26 (14-16)

 

Føroyar høvdu framvegis møguleikan at spæla seg í hálvfinaluna, men tað kravdi ein heldur óhugsandi sigur við 12 málum á Sveis.

Tí var tað kanska fyrst og fremst heiðurin, ið leikt var um hjá føroyingum í dag.

 

Tað vóru tvey jøvn lið, ið stríddust um leiðsluna allan fyrra hálvleik. Tó vóru sveisar eitt vet frammanfyri og kundu fara til hálvleiks á odda 16-14.

Føroyar royndu at minka um leiðsluna í seinna hálvleiki, men komu ikki nærri enn eitt mál við støðuni 18-17. Um hetta mundi økti Sveis upp í eini fýra mál, og hesa leiðslu fingu føroyingar ikki aftur, hóast teir komu nær við í løtum.

 

Endin var ein føroyskur ósigur upp á trý mál, tá ið dysturin endaði 29-26.

Sostatt spældi Sveis seg í hálvfinalurnar saman við Makedonia.

Føroyar skulu nú spæla um fimta til áttanda pláss. Fyrsti av hesum dystunum verður leiktur klokkan 10.00. Mótstøðuliðið verður tað, ið endar á triðja plássi í bólki B. Tað verður helst antin Georgia, Grikkaland ella Finland.

 

Føroysku málskjúttarnir:

Hákun av Teigum 5, Tróndur Mikkelsen 5, Pauli Mittún 4, Elias á Skipagøtu 4, Julian Kragesteen 3, Heini á Heygum 2, Sakaris A. Sakarisson 1, Pauli Jacobsen 1.

 

Pauli Jacobsen varð valdur til dagsins føroyska leikara.