enn kunnu elva til ramaskríggj, mótmæli o.s.fr.? Hvat eru vit tó góð ... Ella er tað bara í Kolding og har um leiðir, ið hugsað kann verða soleiðis...? Meðan eg geri meg til reiðar til at fara aftur á [...] Men sum eg siti har og avlívi ein tosk fyri og annan eftir, hugsi eg um teir gullfiskarnar, sum vórðu avlívaðir fyri nøkrum árum síðan í Kolding. Tað var á listasavninum Trapholt. Tað verða ikki so nógv [...] um 6. barnsburðarviku og fram til 9. barnsburðarviku. Tað virkar helst ikki heilt so hart sum blendaraavlíving, verður sagt. Avlívingin av gullfiskunum í Kolding elvdi til ramaskríggj, blaðskriving, mótmæli
vit ikki nøsini suðureftir, men í ein útnyrðing. Ofta til stóra gremjan fyri teir danir, sum hava føroyingar sum hjúnarfelagar. Flest onnur her á flatlondum gleða seg til at ferðast suðureftir til okkurt [...] ella enn longur burtur. Til Thailands kanska, sum er eitt tað mest vælumtókta ferðalandið hjá dønum í løtuni. Men nei, ikki talingur um at fara suðureftir. Konan vil til heim til Føroya, kosta hvat tað [...] kunum til at summi donsk-føroysk pør enda við at skilja seg. Tey kunnu ikki blíva samd um, hvat tey skulu brúka summarfrítíðina til! Skulu vit nú aftur brúka alla frítíðina og feriupengarnar til eina dýra
tíðina børnini eru latin til sín sjálvs saman við sjónvørpum við satellitt-móttakarum og við teldum við atgongd til alnótina, sum aftur í sær sjálvum gevur atgongd til hvat sum helst, sum ofta ikki er ætlað [...] ongan livandi tjans hava til at fullføra. Í Danmark er bíðitíðin til at sleppa framat hja einum barnapsykiatara hálvtannað ár! Ofta verður orsøkin til hesi ótespiligu tøl førd aftur til tað trýstið serliga [...] liva undir í mun til vantandi tíð og vaksandi krøv um materiellar ágoðar. Foreldrini arbeiða so nógv fyri at fáa ráð til alt, sum ein vanlig familja í dag sigst at tørva, at tey hava ikki tíð at taka sær
maður stjelur. Men tá ið tað kemur har til, at vaksin fólk ikki sleppa at vera vaksin í friði og náðum inni hjá sær sjálvum, tá ið gardinurnar eru trektar fyri, haldi eg, at man eltir eina vandamikla slóð [...] hissini gleps hoyrist av og á um dálking og svik, mutur og ógegnligheit, men vit hava líkasum ikki yvirskot til alt hetta, tí vit eru so upptikin av at dyrka ta serligu perverteraðu føroysku voyeurismuna [...] Føroyar munnu vera verðins besta samfelag, tí eitt samfelag, sum ikki kann kjakast um annað enn bubbur og bróst og ginur og píkadekk, má vera fullkomið. - Friður valdar, lukka! Øll tey stóru málini sleppa
sum geografiskt hoyra til Venjingarskúlan, verið fluttir í Kommunuskúlan við skúla ársbyrjan, tí pláss ikki hevur verið. Tað hevur ikki verið eitt einasta ár síðani 1981, at ikki fleiri næmingar hava fingið [...] Nattestad. At børnini norðan fyri Landavegin, sum verða noydd í Kommunuskúlan komandi skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar [...] tá, og eg havi onga sum helst trygd fyri, at nakað fer at henda. Landsstýrið hevur sagt klárt og týðiliga seinastu fýra árini, at eingin skúli skal byggjast í Havn fyribils. Annað kann eg ikki halda meg
Jesus, eg komi, eg leingist til tín, tú reinsa meg, Jesus. Eg vil verða tín. Og leiða tú skalt meg á vegnum so væl, til ein dag eg náa skal himmalsins sal. Ja, himmalsins sal. Ja, himmalsins sal, til ein [...] einum í hesum? - Eg veit ikki. Eg byrjaði bara at læra meg sjálva at spæla, og tí kundi eg sjálvandi dugað betri at spælt. Eg dugdi at spæla nøkur greb, og út frá teimum sang og spældi eg sangirnar. - Vit [...] snýr seg stutt sagt um tað, at eg hoyrdi Jesus kalla á meg, men at eg vildi ikki binda meg til nøkur møtir ella slíkt. Men Hann helt ikki uppat at kalla á meg, og tí tók eg avgerð um at fylgja Honum eftir
er at vita, um veðrið passar við tað, eg havi lovað fólki. Onkuntíð passa forsagnirnar ikki, men tá kann eg ikki gera annað enn yppa øksl. Veðrið fái eg ikki gjørt nakað við Petur Skeel Jacobsen, 88 ára [...] - Eg eri nú einaferð, sum eg eri. Vanliga eri eg sera róligur, men eg brenni jú eisini fyri nøkrum tingum – millum annað hondbólti – og tá kann eg øsa meg. Jan Ottosen, hondbóltsvenjari *** –Tað, sum tú [...] , dugdi eg illa at síggja eitt bananskal í eygnakrókinum uttan at fara eitt fet til viks og traðka á tað. Og aftaná mátti eg so biða um umbering. Óli Breckmann *** - Tað fyrsta, eg geri um morgunin, er
og Ross Campbell. Hana lesi eg, tí sum heild hevur ein altíð brúk fyri góðum ráðum, tá tað snýr seg um barnauppaling. Sera áhugaverd bók, sum hevur sagt mær nógv, ið eg ikki visti um frammanundan. Ongi [...] kærleikan í sær til at uppala børnini. Á náttborðinum liggur eisini bókin um John Dam eftir Helga Jacobsen. Sera viðkomandi bók fyri ein politikkara, sum vil vita meira um vinnusøgu okkara. Havi ikki lisið so [...] allan fólkaskúlan. Seinni fann eg út av, at fleiri onnur eisini høvdu fingið líknandi heiðursløn og eri komin til ta niðurstøðu, at slík viðurkenning er sera góð taðing til lítla spíran, sum við opnum sinni
sálarhirði. Eg droymi tónleik, til dømis havi eg fleiri fløgur enn bøkur liggjandi á náttborðinum. Eg skrivi tónleik, framføri tónleik og burtursæð frá tí, so eri eg eisini »freak« á tann hátt, at eg keypi flestu [...] byttur spurningur...Hvat fyri tónleik vilt tú hoyra týsmorgun?.... Eg veit ikki ring til mín sunnumorgun! Eg skal svara tær, um eg ikki havi spælt kvøldið fyri. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? ? Illa [...] heimi við ljóðføri? ? Um tú ikki tekur røddina sum eitt ljóðføri, so... nei Spælir tú nakað ljóðføri? ? Ja eg elski at spæla piano. Eg spæli eisini onnur ljóðføri men ikki professionelt. Syngur tú undir
tá tú ikki hoyrir lagið, ikki skilir orðini og ikki orkar at lurta eftir »lagnum«. Haldi ikki, at eg hevði tímað at átt eina slíka fløgu. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? ? Eg veit ikki rættuliga [...] plátur. Tær flestu keypti eg, tá eg las í Keypmannahavn fyrst í 80'unum. Fløgur eigi eg nakrar av eisini, men tað langt ímillum, at eg keypi fløgur. Seinastu fløguna keypti eg í handlinum Leikalund í Klaksvík [...] men heima við hús havi eg eitt klaver, sum eg seti meg við, tá ið eingin er heima. Í mínum ungu árum gekk eg í 2- 3 ár til klaverundirvísing hjá Rigmor Waagstein. Men hugurin var ikki tann stóri, og tað nívir