ósikkur upp á akkurát hvat tað var, hann vildi við fótbóltinum. Men tá ungdómsdeildin hjá Brøndby so vendi sær til hansara, valdi hann at taka av. – Tað var ein fínur møguleiki, og tað er eisini har eg havi [...] víst, at Lyngby var tað rætta fyri meg, sigur Tem Hansen. Stórt stig Hann ásannar, at stigið frá Fremad Amager til Lyngby var stórt, men hetta var hann fyrireikaður upp á. Tí tekur hann tað heldur ikki so [...] áðrenn hann tók av tilboðnum. – Um tað mundi eg fekk landsliðsboð úr Føroyum, var eg eisini aktuellur fyri danska U21-landsliðið. So eg hugsaði meg um, men tá samanumkom var tað ikki nøkur trupul avgerð, sigur
fyri sítt arbeiði, og tað eigur ljósmaðurin eisini, tí ljósið tyktiskt sum eitt væl skipað verk. Tað hoyrdist væl, at hetta var ein bólkur, ið var vanur at spæla saman. Hetta var síðsta konsertin kons [...] sum komu á konsert í Tórshavn í gjár. Tað var ein fantastisk uppliving, allur túrurin hevur faktiskt verið ein uppliving, um tað skal sigast, og tað skal tað jú. Vit koma aftur so skjótt, sum vit sleppa [...] konsertina, var langt millum tey, ið kendu meira til Thomas Dybdahl enn, at tey høvdu hoyrt einkult løg hjá honum á Youtube. Men hóast hetta vóru heilt nógv fólk komin á konsertina. Salurin var ikki fullur
til okkum. ? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði? ? Tað veit eg ikki ordiliga, tað kundi kanska verið meiri. Eg haldi í øllum førum, at listastevnan skuldi verið longri. Arbeiðstíðin er [...] sera væl. Hugnakvøldið var ordiliga gott. Tað hevur eisini verið spennandi at læra nýggj fólk at kenna. ? Hvat hevur tú fingið burturúr? ? Eg havi lært okkurt nýtt um skriving, tað havi eg. Og so eri komin [...] komin at kenna fleiri fólk. ? Eru tað nóg mikið av tilboðum til ung listaáhugaði? ? Nei, tað manglar. Tað burdi verið fleiri møguleikar. BIRITA Í DALI ? 16 ár úr Havn ? Hvørjum verkstaði hevur tú verið á
sendiharrin í Føroyum, Eiður Guðnasson. Eittans konufólk var við á ferðini, og tað var unnusta Tórbjørn Jacobsens, Ann. Góður hýrur Sosialurin var við á ferðini, bæði við myndamanni og blaðmanni. Fiskiv [...] Hýrurin var góður, og prátið gekk væl og lættliga, bæði meðan vit bíðaðu eftir fráferðini, millum gomlu gróthúsini í Koltri – og ikki minst inni í stovuni hjá bóndahjúnum í oynni. Sýnið var gott á ferðini [...] num sóust oksar, seyðir og høsn renna aftur og fram á slætta lendinum. Stórur blíðskapur Í Koltri var blíðskapurin stórur, sum hann altíð er. Bjørn Patursson, bóndi, tók ímóti, og við hús stákaðist Lykka
fyri hvørjum øðrum, fyri at skapa tann neyðuga búskaparvøksturin, tað neyðugu trygdina og tað neyðuga frælsi fyri sínar borgarar. Tað var einaferð ein vísur maður sum segði, at um ikki vørur og vøruhandil [...] ein skeiv tulking av veruleikanum. Men tað er ringt at koma burturúr tí sum fyrr var, og tað tekur tíð at venja seg við og góðtaka tann nýggja veruleikan. Hvat er tað sum ger, at 480 mió. fólk meta seg at [...] ment at útinna evsta vald, so var fyrr ofta hugsað um gamla Sovjetsamveldið og USA. Men sum øllum kunnugt so syndraðist Sovjetsamveldið, og í dag verður sagt, at USA er tað einasta landið sum kann kallast
verða skiftur út, og tað var eg, tá ið 2. hálvleikur var átta minuttir gamalur. Eg eri ikki væl fyri í dag, men eg vóni, at tað fer at bera mær til at spæla aftur í vikuskiftinum, tí tað stendur ikki væl til [...] eydnast, so verður tað hugaligt at vera í Fremad Amager. Um vit detta longri niður, so verður tað ikki so hugaligt. Hevur tú tilboð aðra staðni frá? - Tað hevur gingið væl, og higartil í hesum kappingarárinum [...] Andrew var leikbannaður sunnudagin, og fýra sótu uttanfyri orsaka av skaðum. Teir fyrstu ellivu hava spælt liðið at vera millum tey fremstu í næstbestu deildini, men tað er lítið at taka av. Tað sást sunnudagin
tílíkt. Hetta var ikki nakað krav, men bara ein áheitan frá varabispi, ið tá var. Tí var tað heldur ikki nøkur skylda hjá prestunum at gera tað, og í summum kirkjum verður skrivað upp, meðan tað aðrastaðni [...] sunnudag og seta seg at telja, hvussu nógv fólk eru inni. So einfalt er tað. Almenn bók Hjá tí, sum ikki kennir viðurskiftini innan kirkjuna, kann tað tykjast, sum næstformaðurin í kirkjuráðnum í Chris [...] púra almenn. Tað var soleiðis, sigur Hans Jacob Joensen, biskupur, at undanmaður hansara, Eivind Vilhelm, varabiskupur, bað prestarnar skriva upp, hvussu nógv fólk gekk í kirkju, hvussu nógv var til altars
ið vilja eina eina slíka íbúð. Hava tað gott saman Annars sigur kanningin, at tað tykist tað sum um sambandið ímillum ættarliðini er gott. Nógvar familjur hava tað, at tey hava fastar dagar, har tey eta [...] orsøkum, tí ongin er at passa tey. Tó sigur tann eini, at tað er bæði órímiligt og trupult. Kommunulæknarnir halda eisini, at var døgnvakt, hevði tað eisini sloppist undan innleggingum á sjúkrahús. Landss [...] av teimum yvir 70 ár halda, at tað er eitt gott hugskot. Og 15% kundu hugsa sær eina sjálvi. Og fleiri av teimum halda, at tað er bráðneyðugt, at tær verða gjørdar. Tað eru umleið líka nógv, sum vilja
EB/Streymur ** FÓTBÓLTUR Tað var lítið hjá áskoðarunum at øsa seg um í fyrra hálvleiki av dystinum í Gundadali í gjárkvøldið millum HB og EB/Streym. Tað skal tó sigast, at vindurin var rættiliga nógvur, og [...] álopið. Vindurin var so nógvur, at áleypararnir hjá EB/Streymi ongan møguleika høvdu at renna bóltarnar upp, og komu teir beint á, var ferðin so nógv, at lítið gjørdist. Málmøguleikar var ikki nevnivert [...] sendi bóltin móti málinum, men omanfyri var. Annars vóru fýra gul kort tað mest øsandi hendingarnar í fyrra hálvleiki. Og tey komu, hóast dysturin langt frá var hart spældur. Eingin opin kjansur HB-ararnir
á Norðoyri og rullaði egg. Tað var stuttligt. Og tá mamma hevði føðingardag 25. mai í fjør, tá hildu vit stóran føðingardag fyri henni. Tað var hon sera glað fyri. Nógv eru minnini um mammu og tey verða [...] onnur, sum høvdu brúk fyri hjálp. Hon var altíð klár at hjálpa, og ikki sást tú nakað arbeiði liggja eftir, har sum mamma hevði verið. Mamma var ein røsk og sterk kona. Var nakað áfatt, so hevði hon altíð loysnina [...] á gólvið, og altíð var pláss fyri einum afturat. Har var eisini altíð nokk av mati. Eingin skuldi ganga svangur. Eftir at babba doyði í 1988, búði mamma ongantíð einsamøll. Har var altíð onkur hjá henni