Í gjár bar tað ikki til hjá Andrew av Fløtum at seta beinini undir seg. Eftir landsdystin í Tel-Aviv leygarkvøldið og 1. deildardystin í Sundby Idrætspark á middegi sunnudagin var hann ógvuliga moyrur, og tað kendist ikki serliga hugaligt, tí sunnudagin tapti Fremad Amager 7-0 móti Fredericia:
- Í landsdystinum leygarkvøldið fekk eg ein stoyt í lærið. Men eg var kortini á vøllinum móti Fredericia. Í steðginum bað eg um at verða skiftur út, og tað var eg, tá ið 2. hálvleikur var átta minuttir gamalur. Eg eri ikki væl fyri í dag, men eg vóni, at tað fer at bera mær til at spæla aftur í vikuskiftinum, tí tað stendur ikki væl til við fólki, segði Andrew av Fløtum úr Keypmannahavn fyrrapartin mánadagin.
Ein liðfelagi hjá Andrew var leikbannaður sunnudagin, og fýra sótu uttanfyri orsaka av skaðum. Teir fyrstu ellivu hava spælt liðið at vera millum tey fremstu í næstbestu deildini, men tað er lítið at taka av. Tað sást sunnudagin, tá ið Fremad Amager legði rygg til eyðmýkjandi tap á heimavølli.
- Tað var ræðuligt. Vit vóru hampuliga væl við í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru óhepnir at vera aftanfyri 2-0. Beinanvegin eftir steðgin mistu vit tveir spælarar. Annar fekk seinna gula kortið, og hin sá reytt fyri hevnisøku. Tað stóð framvegis 2-0, tá ið eg fór út, men so gekk skjótt. Nú mugu vit royna at reisa okkum, men tað verður torført, tí nú verða hesir báðir, sum sóu reytt, leikbannaðir, staðfestir Andrew av Fløtum, sum í 1. hálvleiki sá gult.
Fyritreytirnar hjá Andrew vóru einki serligar. Eftir strævna landsdystin varð hann - eins og liðfelagarnir á landsliðnum - útpurraður áðrenn klokkan trý sunnunáttina. Hinir ferðaðust umvegis Zürich, meðan Andrew fleyg umvegis Frankfurt og til Keypmannahavnar, har hann lendi klokkan 11.30 sunnudagin. Hálvan annan tíma seinni var hann á vøllinum í Sundby!
- Tað vóru ikki stundir til stórvegis upphiting, og sum heild var talan um so vánaligar fyritreytir hjá mær, at eg hevði ikki viljað endurtikið hetta, sigur Andrew av Fløtum.
Christian Lamhauge Holst og Lyngby vunnu 1-0 á heimavølli móti botnliðnum Brønshøj. Christian var millum teir fyrstu ellivu, og hann varð skiftur út eitt korter undan leikloki. Tá hevði hann stutt frammanundan sæð gula kortið.
Nú er Lyngby á fimta plássinum við nítjan stigum, og Fremad Amager er á sætta plássinum við átjan stigum.
Lyngby ætlar sær at flyta upp aftur í bestu deildina, sum teir fyri nøkrum árum síðani orsaka av fíggjarligum óskili vóru varpaðir úr. Lyngby hevur sett fulltíðar venjara frá 1. januar, og teir ætla at fáa nýggjar spælarar á liðið.
Andrew av Fløtum vónar, at Fremad Amager fer at vera við í kappingini um at flyta upp, og hann droymir um at spæla í superliguni.
- Um vit sleppa undan leikbannum og skaðum, so er møguleiki fyri hjá okkum at vera við í kappingini um at flyta upp. Men tað verður torført.
Sáttmálaskeiðið hjá Fremad Amager og Andrew verður liðugt 1. desember í ár. Felagið hevur víst áhuga fyri at skriva undir nýggjan sáttmála, og tað er sannlíkt, at nýggj avtala verður gjørd um ikki so langa tíð. Men Andrew hevur valt at bíða eitt sindur við at skriva undir.
- Eg havi havt tað gott í Fremad Amager, men sjálvandi hevði eg viljað fingið møguleikan at royna meg í superliguni. Næstu vikurnar fara at vísa, um vit fara at halda tørn um plássið í toppinum. Um tað eydnast, so verður tað hugaligt at vera í Fremad Amager. Um vit detta longri niður, so verður tað ikki so hugaligt.
Hevur tú tilboð aðra staðni frá?
- Tað hevur gingið væl, og higartil í hesum kappingarárinum havi eg skorað sjey mál. Um tað hevði eydnast at fingið okkurt málið afturat næstu vikurnar, so hevði tað sjálvandi verið góð reklama. Í síðsta enda snýr tað seg um pengar, og í tí sambandinum eru feløgini í høvuðsstaðnum - sjálvandi burtursæð frá FCK og Brøndby - ikki so væl fyri, sum feløgini í Jyllandi eru tað, og flestu feløgini eru í Jyllandi. Einasta superligu felagið her - umframt tey bæði stóru - er FC Nordsjælland, vísir Andrew av Fløtum á.
Sambært skránni skuldi Frem havt spælt á heimavølli móti Herfølge, men uppgerðin var útsett til 26. oktober. Tað komst av, at Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen vóru við føroyska landsliðnum í Ísrael.