HB ***
EB/Streymur **
FÓTBÓLTUR
Tað var lítið hjá áskoðarunum at øsa seg um í fyrra hálvleiki av dystinum í Gundadali í gjárkvøldið millum HB og EB/Streym. Tað skal tó sigast, at vindurin var rættiliga nógvur, og tóktist darva serliga EB/Streymi, sum meginpartin av hálvleikinum spældi langar bóltar úr verjuni fram í álopið. Vindurin var so nógvur, at áleypararnir hjá EB/Streymi ongan møguleika høvdu at renna bóltarnar upp, og komu teir beint á, var ferðin so nógv, at lítið gjørdist.
Málmøguleikar var ikki nevnivert av. Tá lítið korter var spælt, fekk Milan Kuljic ein møguleika. Rógvi Poulsen fekk ein retur í vinstru eftir hornaspark, og hansara innlegg rakti beint í høvdið á Kuljic, sum tó stýrdi bóltin upp um. Einar átta minuttir seinni fekk Soren Angel ein møguleika, tá hann snaraði sær í HB-brotsteiginum og sendi bóltin móti málinum, men omanfyri var.
Annars vóru fýra gul kort tað mest øsandi hendingarnar í fyrra hálvleiki. Og tey komu, hóast dysturin langt frá var hart spældur.
Eingin opin kjansur
HB-ararnir høvdu lættari við at spæla bóltin millum sín ímóti nógva vindinum, men kortini fullu teir í felluna at lyfta bóltin nakað nógv fram í brotsteigin, og har høvdu stóru menninir í EB/Streyma-verjuni lætt við at beina bóltin burtur. Nøkur long innkøst tíðliga í dystinum til EB/Streym skaptu ongar trupulleikar í HB-verjuni, og vit skuldu heilt fram til 37. minutt, áðrenn EB/Streymur skapti sítt fyrsta gjøgnumspælda álop.
Í seinna hálvleiki var mestsum umvent í holuni. EB/Streymur fekk munandi betri tamarhald á spælinum ímóti vindinum, meðan HB hevði eitt sindur trupult við at umstilla seg at spæla undan.
Arnbjørn Hansen í høgra og Hans Pauli Samuelsen í vinstra borði byrjaðu at gera um seg, og fingu skapt nakrar hálvar møguleikar tíðliga í seinna hálvleiki, sum kortini ikki fingu Marcin Dawid í HB-málinum at sveitta.
Vindurin makaði, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var mest at kalla gott fótbóltsveður. Hetta merkti eisini, at HB so líðandi yvirtók meiri og meiri av spælinum. Framvegis var tó eingin opin møguleiki í øllum dystinum, og nærmast HB var við at skora, var fimm minuttir áðrenn tíð, tá Milan Kuljic noyddi eina góða bjarging frá Rene Tórgarð.
Avgerð í yvirtíðini
Tíggju minuttir fyri tíð gjørdi EB/Streymur eina hepna útskifting, tá Brian Olsen kom inn fyri Soren Anghel. Beinanvegin dysturin fór í gongd aftur, sendi nýinnskifti Brian Olsen ein bólt inn í HB-brotsteigin, har ein blokering frá HB-verjuni forðaði fyri skotroynd frá Arnbjørn Hansen, sum í staðin fór út til horna.
HB royndi at trýsta, men framvegis megnaðu liðið ikki at opna gestaverjuna. Tað bleiv til onkur blokerað skot inni í brotsteiginum, men einki, sum gav René Tórgarð trupulleikar. Og so, tá tey flestu, sum høvdu troðsað ringa veðrið í Gundadali, høvdu sligið seg til tols við ein 0-0 javnleik, hendi tað, sum ofta hendir, tá eitt lið trýstir fyri at vinna sigurin. Hitt liðið fer í mótálop og skorar sigursmálið.
Nýinnskifti Brian Olsen gjørdist knappliga leysur í vinstru síðu og tá hann legði bóltin innfyri, snittaði hann Hans á Lag og snýtti harvið Marcin Dawid í HB-málinum, sum bert kundi hyggja at, meðan bólturin trillaði inn í málið. Eitt sjálvmál, staðfesti Brian Olsen sjálvur.
Um sigurin var uppiborin, kann so diskuterast. HB ristir neyvan á hondini eftir ósigurin, men stílar framvegis trygt ímóti meistaraheitinum. EB/Streymur fær hinvegin uttan iva styrkt sær um sjálvsálitið eftir góða sigurin á HB í Gundadali.