Minningarorð un Annu Ljósstein

(Anna hjá Hans Kaj) f. 25. mai 1920 d. 19. juli 2006

Tað er nú eitt ár farið aftur um bak síðan okkara elskaða mamma, omma og langomma læt eyguni aftur fyri seinastu ferð. Saknurin er líka stórur enn hjá okkum øllum.


Mamma var fødd í Skopun. Hon vaks upp hjá Andreu Løwe (didigummuni) og Jettu ommu. Har kom hon bert 12 dagar gomul. Mamman var sjúk, og hon kláraði tí ikki at taka sær av henni. Pápin, sum var íslendingur, bað didigummuna taka sær av henni, tí at hann væntaði ikki at hon fór at yvirliva.


Mamma kom so á ungum árum norður til Klaksvíkar at tæna. Har møtti hon babba fyri fyrstu ferð, og tað bleiv par burtur úr teimum. Seinni giftust tey og fingu heili átta børn. Tey komu øll væl undan.


Tá ið vit vóru smá, gjørdist babba sjúkur av tuberklum og bleiv koyrdur til Havnar á Sanatoriið í Hoydølum. Har var hann koyrdur út og inn ígjøgnum nógv ár.

Mamma var tí nógv einsamøll um okkum átta systkin. Vit vóru ógvuliga góð við mammu og hon við okkum. Vit fingu nógvan kærleika, og sjálvt um ikki nógvir pengar vóru um hendi, so blivu vit ongantíð gloymd, og okkum manglaði ongantíð nakað. Altíð gjørdi mamma nógv burtur úr høgtíðunum fyri at gleða okkum. Hon hugsaði altíð um okkum fyrst. Eisini gjørdi hon nógv fyri onnur, sum høvdu brúk fyri hjálp.

Hon var altíð klár at hjálpa, og ikki sást tú nakað arbeiði liggja eftir, har sum mamma hevði verið. Mamma var ein røsk og sterk kona. Var nakað áfatt, so hevði hon altíð loysnina beinanvegin.


Tey fyrstu árini búðu vit úti á Norðoyri. Seinni bygdu mamma og babba síni egnu hús uppi í Gerðum í Klaksvík. Nógv fólk plagdu at koma inn á gólvið, og altíð var pláss fyri einum afturat. Har var eisini altíð nokk av mati. Eingin skuldi ganga svangur. Eftir at babba doyði í 1988, búði mamma ongantíð einsamøll. Har var altíð onkur hjá henni, antin børn, ommubørn ella langommubørn. Tað dámdi henni best, at hava onkran hjá sær.


Henni dámdi best at vera mittpunktið, tá vit øll vóru saman til høgtíðir og føðingardagar. Henni dámdi eisini so væl at syngja.

Tey seinastu árini búði mamma inni hjá Eyðfríð og Olgar. Har dámdi henni væl at vera, og har bleiv hon væl passað.

Mamma var nógv rundan um okkum ta seinastu tíðina. T.d. á páskum í fjør var hon við okkum úti á Norðoyri og rullaði egg. Tað var stuttligt. Og tá mamma hevði føðingardag 25. mai í fjør, tá hildu vit stóran føðingardag fyri henni. Tað var hon sera glað fyri.


Nógv eru minnini um mammu og tey verða goymd í okkara hjørtum so leingi vit liva. Mamma fylti so nógv, og har er eitt stórt tómrúm, nú hon ikki er millum okkum longur.

Mamma er øgiliga nógv saknað, men hon verður ongantíð gloymd. Vit vita at vit einaferð møtast aftur heima hjá Jesusi. Og tá er babba eisini har.


Hvíl í friði, góða mamma.


Gakk tú fram við góðum treyst

tú ert ei aleina;

Harrin tó er tann, ið best

leiðirnar kann beina.


Firnast ikki myrkur svart,

bjartar stjørnur standa;

hevur faðirvár tú lært,

óttast tú ei vanda.


Fyri tí, tú veitst er rætt,

doyggj, um so má vera;

tá skal lívið falla lætt,

deyðin einki gera.


Børn, verbørn, ommubørn og langommubørn