Samstundis var ætlanin at útvega eitt eykaskip til Suðuroyarsiglingina og tað fer at kosta 23 milliónir um árið, og endamálið var, at tær fimm milliónirnar, Strandferðslan fær í eykainntøkum, skulu brúkast til [...] at fíggja tað fyri. Men Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, legði uppskot fyri Løgtingið um at játta Strandferðsluni fimm milliónir afturat so at tað slepst undan príshækkingum. Samgongan mælir [...] , hvussu verður við eykaskipinum, og enn er í hvussu so er einki hent. Sostatt er tað eisini óvist um Strandferðslan yvirhøvur fær brúk fyri teimum fimm milliónunum og tí mælir samgongan frá, at uppskotið
heilivág, ið verður verður pakkaður. Apoteksverkið avgreiðir á leið 800.000 ordinatiónir av heilivági um árið, og nærum allir føroyingar eru onkuntíð á síni lívsleið kundar hjá Apoteksverkinum. Talgilda apotekið [...] ið, og nógvir fyrispurningar eru um reseptin er komin á apotekið, og hvat kostnaðurin er. Nú kunnu viðskiftafólk fara inn á Vangan alt samdøgrið og fáa upplýsingar um sín heilivág. Tey sleppa sostatt undan [...] undan at vitja apotekið ella ringja inn fyri at fáa upplýsingar um reseptir, hvussu nógv er útflýggjað og kostnað. Tú hevur upplýsingarnar við hondina alla tíð. Apoteksverkið er 11. tænastuveitari, ið
hesum árinum skulu tvær stórar vindmyllulundir setast upp, og ein triðja kemur um ikki so langa tíð. Hetta fer at minka um oljunýtsluna, og fyri elprísin hevur hetta eisini stóran týdning. Elframleiðslan [...] í gongd verður vindframleiðslan í meginøkinum fimmfaldað, og SEV kann spara 30.000 tons av olju um árið. Tað fer at merkjast. Helgi Abrahamsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin [...] framleitt so nógv sum í fjør, hóast grøna orkuframleiðslan vaks. Tað vil siga, at hóast vit kunnu fegnast um nýggju vindmyllurnar í Suðuroy og Biogassverkið Førka, so framleiddu hesi minni enn tað sum nýtslan
árini fekk Landslæknin boð um 21 nýggjar tilburðir. Bara ein føroyingur er deyður av tuberklum tey seinastu 20 árini. Heimssamfelagið brúkar fleiri milliardir krónur um árið til bardagan ímóti tuberklum [...] tilburðirnir lutfalsliga líka nógvir sum í einum menningarlandi í Afrika. Í mong ár gjørdi sjúkan serliga um seg í Suðurgrønlandi, men nú eru trupulleikarnir serliga í Eysturgrønlandi. Kring heimin eru fleiri [...] og mótstøðuførar tuberklabakteriur staðfestar, og á altjóða tuberkladegnum í ár vóru røddir frammi um, at tað eru tuberklar, sum neyvan kunnu lekjast. Í Grønlandi hava heilsumyndugleikarnir bara staðfest
norska kringvarpið heitti á fólk, um at finna teimum hóskandi nøvn Eins og á Hotel Føroyum hava norðmenn sett vevmyndatól upp at eygleiða fuglareiður. Á hvørjum árið reiðrast tjaldursparið ?herr og fru [...] egg í reiðrið, og uml. 25 dagar seinni vórðu tey klakt hin 22. og 23. mai. Herfyri heitti NRK á fólk um at finna teimum trimum ungunum hóskandi nøvn. Hóast kappingin var hørð, endaði tað, sambært NRK við [...] Tjaldur, som er tjeld på færøysk, og det er jo færøyenes nasjonalfugl?, skrivaði Ann Sidsel, tá tey bóðu um navnauppskot. Og so fingu hinir báðir eisini føroysk nøvn. Sum sagt komu fleiri uppskot. Onkur teirra
arbeiði sínum, skrivar Tjóðveldið. Nevndin fær kr. 500.000 um árið til arbeiðið frá 1. januar 2008, sum er at fylgja tilmælinum hjá Útnorðurráðnum um at játta nevndini kr. 500.000 árliga til virksemið sítt [...] Løgtingið, sum snýr seg um, at Demokratia skal kunna halda fram við virksemi sínum eftir árslok Uppskotið er orðað sum uppskot til samtyktar, har Løgtingið heitir á Landsstýrið um at skipa fyri, at Demokratia [...] nýttur til lýsingar og leigu av hølum til tiltøkini. Tá hetta arbeiðið var liðugt, sendi bólkurin umsókn um pening frá landsstýrinum til framhaldandi virksemi. Henda umsókn var ikki gingin á møti. Men lands
gjørdist um ein sigur av teimum hampuliga tryggu. Við sigrinum fekk Neistin minkað um munin upp til VB, sum er á øðrum plássi í kappingini, men við fimm stigum upp skal hampuliga nógv henda, um Neistin [...] munurin niður til Kyndil er framvegis fýra stig, og tí er lítið sannlíkt, at tær enda árið á aftasta plássinum. Fakta um dystin Neistin-StÍF 30-24 (15-11) 10 min: 5-5 20 min: 10-7 40 min: 22-16 50 min: 23-21 [...] við, at ein hjálpandi hond frá Tjaldri var í væntu leygardagin. Sjálvar skuldu tær bláu tó savna seg um uppgávuna móti StÍF, og hesa loystu tær eisini uttan tað heilt stóra hóvastákið. Fyrsta stóra partin
fegin um heiðurin. – Hetta er ordiliga feitt. Tað er kul at vera best í Føroyum, og tað er serliga kul, tí tað er fólkið í Føroyum, sum hevur stemmað uppá okkum. Hann var eisini fegin um árið um heild [...] heild. – Í ár er alt kickstartað hjá okkum, og nú eru vit ordiliga komnir í gongd. Men sjálvt um tað hevur verið gott í ár, so verður tað enn betri næsta ár. Alt tað besta er eftir enn, segði ein glaður og [...] og so elska teir tónleikin. Og mammurnar teljast eisini ímillum størstu fjeppararnar. Tær eru samdar um, at The Dreams spæla tónleik fyri øll, tí teir hava so melodiøs løg. Og – eins og meirilutin av sm
harmiligt, um skipini missa hesa tíðina orsakað av verkfalli, heldur Mikkjal Hammer úr Hvalba Fyribils hagtølini hjá Fiskimannafelagnum vísa eina rímiliga framgongd í inntøkunum hjá limum felagsins, um hugt [...] rar. Har er talan um eina minking úr 1948 niður í 1647 krónur pr. dag, og svarar hetta til 15%. Ein av teimum drúgvu við Hvalbiartrolarunum er Mikkjal Hammer, og hann heldur, at árið hevur roynst hampiliga [...] hugt verður eftir inntøku pr. dag í sjónum. Hjá djúpvatnstrolarum er talan um eina lítla framgongd, frá 1779 til 1801 krónur pr. dag. Hjá línuskipum er vøksturin størri, frá 1464 til 1739 krónur, sum svarar
ikki blaðið sum fer afturum, sum ikki ávarar um vandan viðvíkjandi manglandi maskinmeistarum í Noregi. Eitt nú nevna teir at tað verða útbúnir 386 hetta árið, ímeðan eftirspurningurin frá flotanum er yvir [...] trupulleikan við uppskot um fastlønar- og frítíðarskipan, sum peningaliga byggir uppá verandi sáttmála, t.v.s. at skipanin er ein sokallað »null loysn«. Maskinmeistarafelagið tykist, sum um hendan vinarhondin [...] flotanum siglir uppá undantaksloyvir til maskinmeistararnir. Hví er støðan sum hon er Allastaðni rundan um okkum er gongdin tann, at bjóðað verður føst løn + bonus við skipaðari frítíð. Her heima er gongdin