Tuberklatilburðirnir í Grønlandi eru fækkaðir nógv síðani miðskeiðis í seinastu øld, men framvegis eru tilburðirnir lutfalsliga líka nógvir sum í einum menningarlandi í Afrika.
Í mong ár gjørdi sjúkan serliga um seg í Suðurgrønlandi, men nú eru trupulleikarnir serliga í Eysturgrønlandi. Kring heimin eru fleiri nýggjar og mótstøðuførar tuberklabakteriur staðfestar, og á altjóða tuberkladegnum í ár vóru røddir frammi um, at tað eru tuberklar, sum neyvan kunnu lekjast.
Í Grønlandi hava heilsumyndugleikarnir bara staðfest ein tilburð við mótstøðuførum tuberklum. Heilsuverkið ger eitt stórt arbeiði fyri at finna møguligar sjúklingar, og árliga brúka myndugleikarnir millum seks og sjey milliónir krónur til bardagan ímóti tuberklum.
-Í áttatiárunum hildu vit, at vit høvdu fingið tamarhald á sjúkuni, men tað gjørdi tíverri, at vit slakaðu eitt sindur. Úrslitið av hesum kom skjótt, tá tað vísti seg, at sjúkan var komin fyri seg aftur. Tí er tað avgerandi neyðugt, at vit halda fram við stríðnum ímóti tuberklunum, sum er ein dýr sjúka fyri samfelagið, og sum kann vera lívshættislig, um illa vil til, segði Thomas Rendal hjá landslæknaembætinum í Nuuk við grønlendska kringvarpið á tuberkladegnum.
Enn í Føroyum
Tuberklarnir eru heldur ikki útdeyðir í Føroyum, men tilburðirnir her eru munandi færri enn í Grønlandi. Sambært teirri seinastu ársfrágreiðingini hjá Landslæknanum vórðu tveir tilburðir við tuberklum fráboðaðir í Føroyum í 2011 og tveir í 2010. Tey seinastu 15 árini fekk Landslæknin boð um 21 nýggjar tilburðir.
Bara ein føroyingur er deyður av tuberklum tey seinastu 20 árini.
Heimssamfelagið brúkar fleiri milliardir krónur um árið til bardagan ímóti tuberklum. Fólk fáa sjúkuna, tá tey anda í seg bakteriuna Mycobacterium Tuberculosis, sum vanliga festir seg í lungunum, og haðani breiðir sjúkan seg.