Ringt at missa januar

Januar mánaði í fjør royndist væl hjá nógvum djúpvatnstrolarum, og tað verður harmiligt, um skipini missa hesa tíðina orsakað av verkfalli, heldur Mikkjal Hammer úr Hvalba

Tað er, sum tað er vant í fiskiflotanum: Fiskiskapurin roynist ójavnt hjá ymsu skipabólkunum og millum skip í sama bólki.

Fiskimannafelagið ger á hvørjum ári upp hagtølini yvir ymsu skipabólkarnar, men lata ikki hagtøl yvir einstøku skipini út til almenningin. Hetta hevur komið teimum í trupulleikar fyrr, og tí verður mett betur at binda um heilan fingur.

Hesi hagtølini eru ikki fullfíggjað enn, sum eyðvitað er, men tey geva kortini eina greiða ábending um, at árið í fjør sum heild vignaðist verri enn árið fyri. Og tað er galdandi fyri allar skipabólkar.

Ikki tí, í flestu førum er inntøkan pr. dag hjá summum skipabólkum størri enn árið fyri, og kemst hetta av, at skipini hava færri dagar í sjónum. Men enn einaferð skal undirstrikast, at hagtølini fyri 2007 ikki eru fullfíggjað.

2006 var eitt óvanliga gott ár fyri verksmiðjutrolararnar. Tá var manningarparturin fyri dekkarar í meðal 890.000 krónur. Men hetta skal roknast yvir 337 dagar í sjónum, sum svarar til 2641 krónur fyri hvønn sjódag.

Fyribils tølini fyri 2007 vísa, at meðal inntøkan hjá hesum manningum er 620.000 krónur, men við einari dagligari inntøku upp á 3318 krónur pr. sjódag. Hetta er tó bert fyri 187 dagar í sjónum.

 

Framgongd

Fyribils hagtølini hjá Fiskimannafelagnum vísa eina rímiliga framgongd í inntøkunum hjá limum felagsins, um hugt verður eftir inntøku pr. dag í sjónum.

Hjá djúpvatnstrolarum er talan um eina lítla framgongd, frá 1779 til 1801 krónur pr. dag. Hjá línuskipum er vøksturin størri, frá 1464 til 1739 krónur, sum svarar til 19%.

Hjá verksmiðjutrolarunum var vøksturin sum nevnt frá 2641 til 3318 krónur pr. sjódag, og fyri garnaskip sæst ein lítil vøkstur frá 1742 upp í 1783 krónur pr. sjódag.

Einasti skipabólkur, sum hevur eina afturgongd í inntøkunum, er smáir ísfiskatrolarar. Har er talan um eina minking úr 1948 niður í 1647 krónur pr. dag, og svarar hetta til 15%.

Ein av teimum drúgvu við Hvalbiartrolarunum er Mikkjal Hammer, og hann heldur, at árið hevur roynst hampiliga.

- Tað er nøkurlunda tað sama sum í fjør. Steintór var á beding í tríggjar mánaðir, so hjá honum hevur tað verið heldur lakari, men samanlagt hevur tað verið brúkiligt, sigur Mikkjal Hammer.

Hjá Hvalbiartrolarunum er støðan hon, at manningarnar sjálvar eiga skipini, og tí eru teir í løtuni í einari undarligari støðu, tí teir eru á ein hátt í verkfalli móti sær sjálvum. Og tað er ein óheppin støða, heldur Mikkjal Hammer.

- Januar mánaði plagar at roynast væl, og vit plaga altíð at byrja tíðliga. Tí verður tað harmiligt, um vit missa hesa tíðina. Vit mugu so bara síggja tíðina ann fyri fyrst, men tað er klárt, at gongur long tíð, mugu vit umhugsa, hvat frægast er at gera, sigur Mikkjal Hammer úr Hvalba.