Tjóðveldið hevur borið uppskot niðan í Løgtingið, sum snýr seg um, at Demokratia skal kunna halda fram við virksemi sínum eftir árslok Uppskotið er orðað sum uppskot til samtyktar, har Løgtingið heitir á Landsstýrið um at skipa fyri, at Demokratia framhaldandi arbeiðir fyri, at kvinnur fáa øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir, skrivar Tjóðveldið í tíðindaskrivi.
Fram til seinasta kommunuval sat ein bólkur av kvinnum við umboðum úr øllum politisku flokkunum og skipaði fyri tiltøkum til tess at seta fokus á týdningin av at fáa kvinnur virknar í føroyskum kommunal- og landspolitikki. Teir politisku flokkarnir játtaðu pening til útreiðslurnar av ymsu tiltøkunum, sum vóru kring landið. Peningurin var nýttur til lýsingar og leigu av hølum til tiltøkini.
Tá hetta arbeiðið var liðugt, sendi bólkurin umsókn um pening frá landsstýrinum til framhaldandi virksemi. Henda umsókn var ikki gingin á møti. Men landsstýrismaðurin legði uppskot til samtyktar fyri tingið at skipa nevnd, Demokratia, at halda fram við virkseminum. Trupulleikin við tí uppskotinum var, at nevndin bert skuldi arbeiða fram til ársskiftið 2007/2008. Við fyriliggjandi uppskoti skal nevndin halda fram við arbeiði sínum, skrivar Tjóðveldið.
Nevndin fær kr. 500.000 um árið til arbeiðið frá 1. januar 2008, sum er at fylgja tilmælinum hjá Útnorðurráðnum um at játta nevndini kr. 500.000 árliga til virksemið sítt. Men hóast upphæddin ikki er høg, ber tað vónandi til hjá nevndini at gera tað arbeiðið, sum arbeiðssetningurin áleggur henni. Arbeiðið hjá nevndini fer vónandi at fara fram í tøttum samstarvi við Javnstøðunevndina. Eftir undanfarnu samtykt hevur Demokratia fingið 103.000 kr. í 2006 og 325.00 kr. í 2007, skrivar Tjóðveldið at enda í tíðindaskrivi.