okkum sum einstaklingar og sum tjóð. Og lat okkum fyrst av øllum ásanna, at tað, sum vit eru mest errin av í dag, og sum leggur okkara fremstu lunnar inn í framtíðina, er alt tað, sum vit vóru so ósamd [...] frælsi og samhaldsfesti sum stavnhald. Tað eru fá samfeløg í vesturheiminum, sum hava verið ígjøgnum so djúpa kreppu, sum Føroyar í níti-árunum, men sum hava megnað at reist seg so skjótt og goldið skuldina [...] samfelagnum, sum hóast so nógva ósemju, mótstøðu og skeivar avgerðir hjá politisku leiðsluni, í dag kortini er – og ikki minst kann – gerast okkara grundarlag fyri varðandi virðum og vælferð. Og sum kann knýta
onkur kann vísa á bara eitt greitt politiskt mál hjá ABC-landsstýrinum, so er tað eitt bragd í sjálvum sær. Staðiliga ávísingin av hesum veruleika gjøgnum 5 ár, hevur verið skúgvað til viks sum tjóðveldisgabb [...] ring aftur til 1997, vilja teir vera við. Og so skal talan vera um eina politiska forfylging frá Tjóðveldinum móti Hans Paula Strøm. Eg meini tað... Hetta er ikki bara ússalig undanførsla og ábyrgdaru [...] eingangsútreiðslu, men pengarnir telja hvørt ár sum økt útreiðsla. Ábyrgdin altíð kollektiv – heiðurin persónligur Hendan ólógliga meirnýtslan svarar til, at ein danskur ráðharri hevði nýtt einar 25 milliardir
nakervið sum so. NÚ er tað fyrst og fremst Sandoyarsiglingin, sum hevur verið umrødd. Tróndur lýkur ikki krøvini til flutning og er neyðugt við nýggjum skipi. Men í veruleikanum er hetta ein nógv størri [...] og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - um ein kann siga, at land og fólk okkara hevur eina sál - tað eru bygdirnar og tey pláss kring landið alt, sum heilt náttúrliga føra traditiónirnar [...] meira enn bara rutur og tíðartabellir í eini ferðaætlan. Tú hevur her við sjálvan mergin at gera. VIT halda tað vera ábyrgdarleyst av sitandi stýri ikki at prioritera samferðsluna meira. Bara at lata standa
royndarkoyrd í løtuni, í samband við teir forskúlar, sum eru. Ávegis eftirmeting hevur verið, og onkrar dagføringar eru gjørdar, so kunngerðin kann verða sett í gildi. Ætlanin er at lýsa kunngerðina seinni [...] Eitt sindur margháttligt er tað eisini, at alt bara verður grundað á bert ein forskúla, sjálvt um landsstýrismaðurin 10. apríl sigur: “ teir forskúlar, sum eru .” Vit hava hóast alt aðrar forskúlar, harumframt [...] tað allarhelst av, at kunngerðin stórt sæð bara tekur fyrilit fyri lærarastættini, meðan pedagogar, ið eru nevndir í § 6, stk. 3: “ S kipað samstarv skal vera millum lærararog pedagogar í forskúla, byr
fyri at hava hjólini gangandi, bara so nøkurlunda – so siga Annita og Torbjørn harafturímóti, í figgjarnevndaráliti: strikið 15% av inntøkum landskassans »vekk, vekk«, so fer at bragda í Føroyum – tey høvdu [...] merkja teimum, sum taka støðuna í tí alvor, sum tíðin krevur. Og eitt er givið, og tað er: loysnin at sleppa úr fíggjarkreppuni aftur, er so als ikki eftir tjóðveldisuppskriftini – hon kann stutt og greitt [...] at størsti flokkur á tingi, kann vera so veruleikafjarur!! Og útvarpsmaðurin gjørdi enn eina roynd, eftir »svaduna« um ræðsluna hjá Annitu fyri blokkinum, at biðja hana vera meiri ítøkiliga, og svarið var:
kunnu skalta og valta, sum teimum lystir, men at allir føroyingar kunnu fáa loyvi til ikki bara at liva, men sanniliga eisini liva væl í Føroyum. Men hvørji eru tey, sum kunnu taka ein slíkan flokk í álvara [...] seg at vera teirra effektivasta vápn. Hetta tykist løgi, tí teirra veljarar mugu antin vera óvitandi, líkaglaðir ella bara beroknandi: Bert tey og teirra fáa sersømdir saman við klaninum - og so vertin [...] milliónagrunnin - fólkapensiónina og mangt, mangt annað, sum ikki skal verða nevnt her, men sum kann fáast greiði á, um áhugi er fyri tí. Følsk vitan - sum í hesum førinum - er livibreyð fólkafloksmanna. Og
slíkt ikki skal kunna koma fyri aftur. Tað er sjálvsagt bara gott og ein lætti at vita sær hjá teimum mongu, sum nýta flogleiðina árið í kring og sum kanska ikki altíð eru líka álvulig, tá farið verður av [...] í ár, sum danskir loftferðslumyndugleikar meta var á markinum til tað forsvarliga. Í innslagnum var sera áhugaverd samrøða við tann, ið var flogskipari hendan túrin. Flogskiparnin, ið man vera ein tann [...] tí, sum var hent hendan dagin. Eingin orsøk er at ivast um frágreiðing hansara. Skipararnir tóku sína avgerð um fráferð við støði í teimum veðurupplýsingum, ið vóru til taks, og avgerðin var sum so sakliga
til eina milliard og hevur eins nógv starvsfólk, sum øll alivinnan í Føroyum tilsamans, so er enn eingin hjálparpakki, sum fevnir um ferðavinnuna, og framvegis er talan bara um tilmæli frá landinum, ikki [...] Tað haldi eg er ábyrdgarleyst. Hetta er ein nýggjur vinnugeiri, sum kann vera eitt bein hjá føroyska samfelagnum og búskapinum at standa á. Tað er ábyrgdarleyst bara at lata beinini skrykkja undan hesi vinnu [...] og hjálpir hart sperdu ferðavinnuni. Hon sigur, at hevði talan verið um fiskivinnuna, sum hevði verið so hart rakt, so høvdu politikararnir verið skjotir at loftað henni. Føroyska ferðavinnan er svárum
fullveldi? Vónandi gevast Tjóðveldismenn at undirgrava vunnin rættindi. So leingi føroyingar standa saman sum ein maður, so kann tað verða líka mikið, hvat danska pressan og Dansk Folkeparti diskutera [...] eitt orð um olju í citatinum, sum Høgni Hoydal vendir til, at vit fara at fáa eitt "eljustríð um oljuna". Her er einki at stríðast um, um bara føroyskir politkarir lata vera við at vísa almenna undirbrotligheit [...] At oljan fór at vera so kraftiga misnýtt av Tjóðveldisflokkinum uppundir hetta Fólkatingsvalið mundi neyvan vara nakran. Tað grovasta og mest undirgravandi dømi fyri vunnin føroysk rættindi var lýsingin
verri. Spurningurin er so, um tað er hetta vit vilja? Vilja vit hava eitt samfelag, sum skal vera so keðiligt at vera í, at tað einans ber til at ferðast í tí við bili? Eitt er so ferðslutrygdin, men hvussu [...] mugu hava nógv betri kor at arbeiða undir. Sum nú er, mugu teir kappast um næmingarnar. Og hvussu vit so snara henda spurning, so eru kappingarelementini, sum koma í fyrstu røð: prísur og tað at kunna taka [...] staðfestir bara enn einaferð, at tað eru fleiri av okkara ungu fólkum, sum ikki eru nóg búgvin at hava koyrikort. Her eiga vit at vera nógv fyrri úti við fyribyrgjandi átøkum. Fyrst mugu vit, sum nevnt, gera