Ábyrgdarleysur retorikkur

Nú eru ikki nógvir dagar afturat, so skulu vit hava eina fíggjarlóg fyri 2010 lidna, og arbeitt verður dúgliga í fíggjarnevndini, har uppskotið frá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, er til viðgerðar.

Allir føroyingar bíða í spenningi eftir endaliga úrslitinum, og nógv flestu okkara hopa og vænta, at fíggjarlógaruppskotið kemur aftur úr fíggjarnevndini, í tí hami bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni, sum upprunaliga kom frá fíggjarmálaráðharranum, við bleytu virðunum í hásæti, ongum tunlum o.s.fr. Stutt og greitt, eini fíggjarlóg, har vælferðin og grundleggjandi virðini í samfelagnum eru varðveitt, og sum allir føroyingar kunnu liva við, hóast døpru fíggjarligu skýggini fyri framman – tað ljóðar ikki sørt ræðandi, at vit aftur nú skulu út at læna 1500,- mill.kr. – vit, sum minnast 90-ini, ræðast verunliga!
Men Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen, figgjarnevndarlimir hjá Tjóðveldinum, tey ræðast nakað heilt annað – tey ræðast fyri framtíð Føroya, um vit ikki sum skjótast blaka donsku heildarveitingina aftur, haðani hon er komin. Also av við blokkin, burtur við hasum 635 mill. úr Danmark, ongantíð ov skjótt!! Hetta varð sagt fyri opnari mikrofon um vikuskiftið – hetta er bjargingarpakki Tjóðveldsins í hesum tíðum, tá allir almennir stovnar, skúlar, sjúkrahús, almannaverk o.s.fr. rópa í kór eftir meiri pengum, fyri at hava hjólini gangandi, bara so nøkurlunda – so siga Annita og Torbjørn harafturímóti, í figgjarnevndaráliti: strikið 15% av inntøkum landskassans »vekk, vekk«, so fer at bragda í Føroyum – tey høvdu ongastaðni í heiminum staðið royndina í búskaparfrøði, við at skotið upp, at 15% niðurskurður í inntøkunum hjá fyritøkuni Føroyum, er sjálv loysnin upp á eitt hall av dimensjónum!! Vit mangla út við 1 milliard krónur, 1000 milliónir, um nakar skuldi verið í iva, og noyðast út at læna fyri at sleppa við skrekkinum, hesaferð! Men ein kan spyrja, nær endar henda »veitslan« – ja, vit sjálvi avgera neyvan tað tíðspunktið!! Tað koma aðrir at avgera fyri okkum, um føroyskir politikkarar ikki taka sær um reiggj og gera nakað við fíggjarliga problematikkin, nú! Har sjálvandi sterkastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar!
Tung ábyrgd liggur á herðunum á okkara politikkarum í løtuni, væl at merkja teimum, sum taka støðuna í tí alvor, sum tíðin krevur. Og eitt er givið, og tað er: loysnin at sleppa úr fíggjarkreppuni aftur, er so als ikki eftir tjóðveldisuppskriftini – hon kann stutt og greitt ikki brúkast! Fullveldislandsstýrið skar 366 mill. kr. burtur um árið, uttan at seta »tering eftir nering«, samsvarandi hesum ógvisliga niðurskurði, og so leingi vit vóru á fíggjarliga aldukambinum, bar alt til, men nú manglar í í ólukkumát!! Og so koma »fíggjarnevndargeniini« hjá Tjóðveldinum við »loysnini«: meiri niðurskurð!! Òfatuligt, at størsti flokkur á tingi, kann vera so veruleikafjarur!!
Og útvarpsmaðurin gjørdi enn eina roynd, eftir »svaduna« um ræðsluna hjá Annitu fyri blokkinum, at biðja hana vera meiri ítøkiliga, og svarið var: jú, vit hava nøkur tøl, sum vit vísa á...bla,bla,bla..
Hvussu leingi kann Tjóðveldi liva upp á tóman og kenslubornan retorikk?? Orð,orð,orð...
Annars skuldi tað verið ein treyt á tingi, at ongin inntøkuminking má fremjast, uttan at samstundis verður víst á, hvar »erstatningsinntøkan« skal finnast. Við øðrum orðum, frásiga loysingarfólkini okkum frá blokkinum, 635 mill. sikrum krónum á hvørjum ári, so má í sama andadrátti vísast á, hvaðani »erstatningskrónurnar« skulu koma frá. Alt annað er at spæla hasard við vælferð og trygd føroyinga – og skapar ótta. Hetta eigur Javnaðarflokkurin, sum fremsti verji av vælferðini, at leggja sær í geyma!